L29

Sjúkrarøktarfrøðingar til medisinsku seingjardeildina H1 við høvðussæti í hjarta- lungatoyminum á Landssjúkrahúsinum

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum í skiftandi vaktum. Talan er um eitt starv á brøk 0,8 frá 01.01.27 til 30.09.27 og eitt á brøk 0,6 frá 01.01.2027 til 31.08.27

 H1 er seingjardeild við trimum toymum. H1 Hjarta- lungatoymi tekur móti elektivum og akuttum sjúklingum. Toymið hevur pláss fyri 11 sjúklingum. Virksemið er í tøttum samstarvi við tey ambulatoriir, ið tilhoyra somu sergreinar. Sjúkrarøkt og viðgerð eru innan sergreinarnar kardiologi og lungamedisin.  

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinarnar á deildini
  • útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina                                                                                                

Vit leggja dent á: 

  • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • fakligar royndir innan sergreinarnar
  • góð tvørfaklig samstarvsevni
  • góðan telduførleika
  • vilji og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini
  • undirvísa og miðla vitan skrivliga eins væl og munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartnarar, eisini primersektorin. 

Vit kunnu bjóða:

  • innleiðslu og upplæring
  • eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • jaligt tvørfakligt samstarv 

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita hjá Katrin á Lakjuni, deildarleiðara, tlf. 304500, lokal 4920, katal@ls.fo

Umsóknarfreistin er 23.10.26

Vinarliga søk starvið her.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum. 

 

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

 

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós