Deildarleiðari til skurðambulatoriið B3 á Landssjúkrahúsinum
Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir deildarleiðara til Skurðambulatoriið til setan 1. juni 2026.
Skurðambulatorie veitir tænastur tvørtur um klinisku deplarnar og umfatar økini Skurðgongin, Endoskopi, Sterilsentralin, Kirurgisk seingjardeild G4, H2 og Dagskurð, Oyra- nasa og hálsdeild og Eygnadeild og sár- og stomiambulatorie.
Á skurðambulatorinum arbeiða 11 sjúkrarøktarfrøðingar og deildin er skipað við einum deildarleiðara við ábyrgd fyri dagliga arbeiðinum og sjúkrarøktini á deildini.
Arbeiðið á ambulatorinum fevnir í høvuðsheitum at samskipa sjúklingagongdir; forkanningar, kontrol, viðgerð, røkt, vegleiðing, útifunktiónir og uppfylgjandi samrøður, innan fleiri sergreini; ortopædi, gyn./ -obst., maga- og tarmkir., plastikkir., mammaekir., ryggkir., urologier, sár- og stomiambulatorie.
Deildin hevur 8 stovur á B3 og vegna økt virksemi kemur deildin at fáa fleiri stovur á B6.
Skurðdepilin ynskir ein leiðsluáhugaðan deildarleiðara, sum kann ganga á odda við fakligari menning og dygdarmennandi arbeiði á deildini.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
- Sjúkrarøkt, herundir at leiða, miðla, menna og útinna sjúkrarøkt
- Verða samskipari og sameina nógvu ymisku smáu økini
- Faklig leiðsla, menning og herundir starvsfólkaleiðsla
- At standa á odda og taka stig til dygdarmennandi arbeiðið á deildini
- Fíggjarstøða og tímanýtsla hjá deildini
- Dagligt yvirlit yvir nýtslu av tilfeinginum
- Leggja til rættis innleiðsluætlan fyri nýggj starvsfólk og lesandi
- Dagføring av politikkum, leiðreglum og instruksum
- Taka hond í, har tað er neyðugt
Vit vænta at tú
- Hevur hug og áræði at virka fyri menning, har sjúklingurin verður settur í fremstu røð
- Er eldhugað/ur og megnar at geva fakligan íblástur til starvsfelagar
- Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni
- At tú dugir at skipa arbeiðsuppgávurnar í gerandisdegnum
- At tú tolir ein fjølbroyttan gerandisdag við nógvum ymsum uppgávum
- Hevur evni til skjótt at skapa tær yvirlit
- Evni til at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
Dentur verður lagdur á
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Hollan fakligan førleika og royndir innan skurðsjúkrarøkt
- Góðan telduførleika
- Góð evnir og royndir við at undirvísa og miðla vitan
Ynskiligt er, at viðkomandi hevur leiðsluroyndir
Vit bjóða
- Felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum umframt einstaklinga innleiðslu á deildini
- Eitt spennandi og gott arbeiðsumhvørvi
- Ein deild við nógvum ymiskum sjúklingabólkum
- Fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar
- Ávirkan á fakliga menning og dygdarmenning á deildini
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Guðrun Setberg Lindenskov, depilsleiðari, á tlf. 783400 ella teldupost gudli@ls.fo.
Umsóknarfreistin er 19. apríl 2026.
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.