Ljósmóðir til Suðuroyar Sjúkrahús
Vi søkja eftir einari ljóðsmóður til fast starv við hálvari tíð til setan 1. juni 2026.
Setanin er við tilkallivakt heimanífrá.
Um okkum
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt vælvirkandi nýmótans sjúkrahús, ið tekur ímóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Her starvast áleið 120 fólk í ymiskum fakbólkum.
Á ljósmóðureindini verða gjørdar barnakonukanningar og skipað verður fyri føðifyrireiking. Á Suðuroyar Sjúkrahúsi eru bert akuttar føðingar.
Um starvið
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er ein ljósmóðir á vakt. Hon arbeiðir sjálvstøðugt og hevur fakligu ábyrgdina av barnakonunum. Er talan um flutning av barnakonu, fer ljósmóðirin við.
Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum:
• viðtalur bæði í viðgongutíðini og eftir føðing
• heimavitjanir
• føðifyrireiking
Vit vænta, at tú
• hevur prógv og góðkenning sum ljósmóðir
• setir tørvin hjá barnakonuni í hásæti
• hevur góð tvørfaklig samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
• hevur lætt við at organisera og strukturera
• hevur yvirblikk í akuttum støðum
• ert fleksibul
• hevur góðan telduførleika
Vit bjóða
• ein áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað
• mennandi uppgávur har gerandisdagurin ikki altíð er eins
• skipaða innleiðslu.
Setanartreytir
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Ljósmøðrafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Gunnbjørg Guttesen, varastjóra tlf. 34 33 00 ella umvegis teldupost gunnbjorg@ssh.fo.
Umsókn v.m.
Hevur hetta tín áhuga, gleða vit okkum at fáa tína umsókn við viðkomandi skjølum á teldupost starv@ssh.fo í seinasta lagi fríggjadagin 03.04.2026.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Á heimasíðu okkara kanst tú lesa meira um Sjúkrahúsverkið og um Suðuroyar Sjúkrahús