31 Bygningar LS 1

Fysioterapeutar til Landssjúkrahúsið

Ergo- og Fysioterapideildin á Landssjúkahúsinum hevur trý størv til fysioterapeutar leys at søkja. Talan er um:

  • Eitt tíðaravmarkað starv frá 01.08.2024 til 31.01.2025 á brøk 1.0 (40 tímar) ella eftir nærri avtalu
  • Eitt tíðaravmarkað starv frá 01.08.2024 til 31.12.2024 á brøk 0.875 (35 tímar) ella eftir nærri avtalu
  • Eitt farloyvisstarv frá 01.10.2024 til 30.09.2025 á brøk 0.875 (35 tímar) ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

Skurðtoymið
Tíðaravmarkað starv frá 01.08.24 - 31.01.25 í starvsbrøki 1.0 (40 tímar)
Arbeiðsøkið er at kanna, útgreina, viðgerða/endurvenja skurð sjúklingar. Harumframt at hjálpa til á øðrum økjum um neyðugt.

Í skurðtoyminum eru 4 fysioterapeutar, sum arbeiða á seingjardeildunum og við ambulantum sjúklingum. Arbeiðið umfatar einstaklingaviðgerð og bólkaviðgerð til innlagdar og ambulantar sjúklingar. 

Medisinska toymið
Tíðaravmarkað starv frá 01.08.24 - 31.12.24 í starvsbrøki 0.875 (35 tímar)
Farloyvisstarv frá 01.10.24 - 30.09.25 í starvsbrøki 0.875 (35 tímar) 
Arbeiðsøkið er at kanna, útgreina, viðgerða/endurvenja medisinskar sjúklingar. Tað kann vera innan hjarta- og lungnasjúku, gikt, krabba, diabetes/endokrinologi og neurologiskar sjúkur. Harumframt at hjálpa til á øðrum økjum um neyðugt.

Í medisinska toyminum eru 6 fysioterapeutar, sum arbeiða á seingjardeildunum og við ambulantum sjúklingum. Arbeiðið umfatar einstaklingaviðgerð og bólkaviðgerð til innlagdar og ambulantar sjúklingar.

Um deildina
Ergo- og fysioterapideildin er ein deild við 27 starvsfólkum, harav 16 eru fysioterapeutar. Deildin er tvørgangandi og veitir tænastu til allar deplar.

Arbeitt verður evidensbaserað vísandi til nýggjastu gransking, og tí er umráðandi, at tú fylgir við í, hvat rørir seg á økinum.

Deildin er skipað við deildarleiðara, umframt tveimum varaleiðarum, ið eru ávikavist ergoterapeutur og fysioterapeutur.

Deildin skal ætlandi flyta í nýtt spennandi umhvørvi í H-bygninginum í ár.

Dentur verður lagdur á

  • Góðkenda útbúgving og autorisatión sum fysioterapeutur
  • Fakligar royndir innan fakøkið
  • Góðan telduførleika
  • At tú evnar at brúka refleksión sum lið í menningini hjá sjúklinginum
  • At tú dugir at skipa arbeiðsuppgávurnar í gerandisdegnum
  • At tú tolir ein fjølbroyttan gerandisdag við ymiskum arbeiðsuppgávum
  • At tú hóskar væl til verandi toymið, bæði fakliga og persónliga
  • At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • At tú megnar at samstarva við ymskar fakbólkar.

Vit eru eisini áhugað í fysioterapeutum, ið hava førleikar innan onnur øki, eitt nú lymfødemviðgerð, gyn/obs, fysioterapi til psykiatriskar sjúklingar o.s.fr.

Vit bjóða
Eitt fakliga avbjóðandi umhvørvi við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og kompetentum starvsfelagum í eitt av landsins størsta arbeiðsplássum. Vit hava fokus á innanhýsis frálæru og førleikamenning, og fylgja væl við nýggjastu gransking innan økið.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Álv Hansen, leiðara á Ergo- og fysioterapideildini, tlf. 211602 ella á t-post til alvha@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 17.07.2024.

Prógv skal havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Vinarliga søk starvið her.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál. 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós