10 Medisinsksongjadeild 4

Deildarleiðari til skurðseingjadeildina G4/H2 á Landssjúkrahúsinum

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir deildarleiðara til skurðseingjadeildina G4/H2 til setan 1. apríl 2025 ella skjótast til ber.

Deildin er ein skurðseingjadeild, ið veitir røkt og viðgerð til sjúklingar innan ortopedi, maga/tarm, urologi, almenn kirurgiskum-, gynekologiskum-, eygna-, oyrna-, nasa- og hálssjúkum. Tað eru í alt 32 seingjarpláss, við 22 plássum á G4 og 10 plássum á H2, umframt nøkur dagskurðpláss.

Skurðdepilin ynskir ein leiðsluáhugaðan deildarleiðara, sum kann ganga á odda við fakligari menning og dygdarmennandi arbeiði á deildini. Tú ert opin og jaligt sinnað/ur við góðum samstarvsevnum. Tað er umráðandi, at tú ert før/ur fyri at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi. 

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • sjúkrarøkt, herundir at leiða, miðla, menna og útinna sjúkrarøkt
  • verða samskipari og sameina nógvu ymsu smáu økini
  • faklig leiðsla, menning og herundir starvsfólkaleiðsla
  • at standa á odda og taka stig til dygdarmennandi arbeiði á deildini
  • fíggjarstøða og tímanýtsla hjá deildini
  • dagliga yvirlitið yvir nýtslu av tilfeinginum
  • leggja til rættis innleiðsluætlan fyri nýggj starvsfólk og lesandi
  • dagføring av politikkum, leiðreglum og instruksum
  • taka hond í har tað er neyðugt

Dentur verður lagdur á

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur 
  • Hollan fakligan førleika og royndir innan skurðsjúkrarøkt
  • Góðan telduførleika 
  • Góð evnir og royndir við at undirvísa og miðla vitan

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum umframt einstaklinga innleiðslu á deildini
  • Eitt spennandi og gott arbeiðsumhvørvi
  • Ein deild  við nógvum ymiskum sjúklingabólkum
  • Fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar
  • Ávirkan á fakliga menning og dygdarmenning á deildini


Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Elin Vitalis, depilsleiðari, tlf. 234523 ella t-post elivi@ls.fo.

Umsóknarfreistin er 17. mars 2026.

Vinarliga søk starvið her.

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós