L34

Sjúkrarøktarfrøðingur til Onkologiskt ambulatorium á Landssjúkrahúsinum

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til onkologiskt ambulatorium. Talan er um fast starv á starvsbrøki 0,9  at byrja 1. apríl. 2026 ella eftir avtalu. 

Arbeiðstíðin er gerandisdagar millum kl. 8-16. Starvið fevnir eisini um vikuskiftisvaktir á medisinskari seingjadeild.

Um Onkologiskt ambulatoriið

Onkologiskt ambulatorium er staðsett á G3 og er mannað við serlæknum, sjúkrarøktarfrøðingum og skrivarum. Harumframt eru útbúgvingarlæknar knýttir at ambulatoriinum. Onkologiska ambulatoriið hevur tætt samband við serlæknatoymi á Ríkissjúkrahúsinum, sum javnan eru á Landssjúkrahúsinum og manna ambulatoriið saman við onkologiska toyminum. Ambulatoriið hevur bæði viðtalueind og viðgerðareind.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Veita sjálvstøðuga sjúkrarøkt, viðgerð og eftirkanningar til sjúklingar, ið eru knýttir at onkologiska ambulatorium
  • Geva kemoviðgerð/biologiskan heilivág, intravenøsar injektiónir/infusiónir, tablettviðgerðir
  • Útinna, leiða, miðla og menna vitan um sjúkrarøkt
  • Vera við til at menna onkologiska økið í Føroyum
  • Optimera sjúklingagongdir hjá onkologiskum sjúklingum
  • Kunna sjúklingar, avvarðandi og heilsustarvsfólk um sjúku, heilivág o.a.
  • Tvørfakligt samstarv við læknar, læknaskrivara og aðrar viðkomandi fakbólkar

Dentur verður lagdur á, at tú hevur:

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Kliniskar royndir í medisinskari sjúkrarøkt
  • Fakligan áhuga innan økið
  • Góðan telduførleika
  • At tú megnar at fáa yvirlit yvir fjøltáttaðu arbeiðsuppgávurnar og at raðfesta og samskipa sjúklingagongdir
  • Sinnað/ur at menna førleikar at miðla vitan og undirvísa
  • Vilja og evni til at brúka reflektión í arbeiðinum

Vit bjóða:

  • Felags innleiðslu og upplæring
  • Virknar og skikkaðar starvsfelagar
  • Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
  • Góðar møguleikar fyri førleikamenning
  • Tætt tvørfakligt samstarv

 

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Jóhannu Andreasen funktiónsleiðara á tlf. 304500, lokal 6251, ella við at skriva til johad@ls.fo

Umsóknarfreistin er  17. mars  2026

Vinarliga søk starvið her. 

Prógv og viðmæli verða send við umsóknini. 
Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós