Vaktplanleggjari til Psykiatriska Depilin
Dámar tær at leggja putlispøl?
Psykiatriski depilin søkir eftir einum starvsfólki at arbeiða við vaktplanlegging.
Dámar tær at leggja putlispøl? Megnar tú at hava nógvar bóltar í luftini og fáa alt at ganga upp í eina hægri eind ? Kundi tú hugsa tær at arbeitt við vaktplanlegging og tilfeingisstýring á innleggingardeildini P40 og psykiatrisku tænastuni í læknavaktini ?
So hava vit eitt nýtt, spennandi starv til tín ? Sum vaktplanleggjari er tín uppgáva at gera vaktplan fyri innleggingardeildina og psykiatrisku tænastuni í læknavaktini. Hetta verður gjørt í tøttum og dagligum samstarvið við leiðsluna á deildini. Hetta so, at tú verður upplivað sum ein tænastuveiting og stuðul hjá leiðsluni, so bæði tørvurin hjá sjúklinginum, trivnaðurin hjá starvsfólkunum og fíggjarstýringin av deildini er í miðdeplinum.
Arbeiðsstaðurin er á núverandi innleggingardeildini P40 og seinni flyta vit í nýggja deild í nýggja H-bygninginum. Vit taka ímóti sjúklingum í øllum aldri, sum hava tørv á útgreining, røkt og viðgerð fyri ymiskar psykiatriskar sjúkur og vit arbeiða í tøttum tvørfakligum samstarvi, har hvør fakbólkur sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika fyri at birta undir rehabilitering og recovery hjá innløgdu sjúklingunum.
Tín uppgáva verður í høvuðsheitum at stuðla deildarleiðsluni og klinikkini við sterkari og dygdargóðari vaktplanlegging og skipa vaktplanleggingina útfrá meginreglunum hjá deildini.
Vaktplanleggingin verður tilrættaløgd eftir leistinum, sum leiðslan hevur sett í kortið.
Tínar arbeiðsuppgávur verða eftir avtalu við leiðsluna millum annað at:
- Gera arbeiðsætlan
- Gera arbeiðsrull
- Tryggja, saman við varaleiðarum, at allar vaktir eru dekkaðar
- Viðvirka til skynsaman rakstur
- Javnviga millum fíggjarætlan, tørv á frammøti og tørvurin á fakligum førleikum og taka støði í ynskinum hjá starvsfólkunum um vaktir, feriu, menning v.m.
- Samskipa vaktplanleggingina og royna loysnir fyri broytingum sum taka støði í sáttmálinum hjá starvsfólkunum.
- Tilrættisleggja t.d. feriu og halda skil á norm og avspáking.
- Skrivstovuuppgávur av ymiskum slagi
Tú kemur at tilrættaleggja fyri starvsfólkini á deildini, sum arbeiða í skiftandi vaktum t.e. dag-, kvøld- og náttarvaktum og starvsfólkunum sum arbeiða í psykiatrisku tænastuni í læknavaktini - hesi arbeiða í kvøldvakt.
Vit bjóða
- At tú verður partur av einum felagsskapi, har vit hjálpa hvør øðrum og draga eina línu.
- Ein gerandisdag við ymiskum samstarvspørtum og fakbólkum.
- Møguleika er at seta dám á starvið
Psykiatriski depilin arbeiðir við Vaktplan hjá Gjaldstovuni.
Hvør ert tú?
Tað er ikki eitt krav um ávísa fakliga bakgrund. Tað kann verða fyrimunur um tú skrivstovuútbúgving, dámar at arbeiða við vaktplanlegging og hevur royndir á økinum.
Tú hevur evnir at ganga á odda í mun til at skapa samvirkan og samstarva í mun til eina kompleksa uppgávu á deildini.
Tú hevur góðar samskiftisførleikar og kann handfara nógvar arbeiðsuppgávur, kompleksar og upplýsingar í trúnaði og fremja upplýsingar í verki/og fremja planleggingina í verki.
Setanarumstøður
Talan er um eitt starv í fullum brøki. Talan kann møguliga verða um forskotna møtitíð.
Starvið verður sett 1. apríl 2026.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta teg í samband við Lisbeth Vang, deildarleiðara á P40, á t-post lisbeth.vang@ls.fo ella til depilsleiðara Eydnu Iversen Lindenskov á t-post eydna.lindenskov@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 25. februar 2026
Vit gleða okkum at lesa tína umsøkn og tú kanst vænta at samrøðurnar verða í viku 9.
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.