Ls Bygningr

Varaleiðari til Sjúkraflutningstænastuna á Landssjúkrahúsinum

Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir varaleiðara til Sjúkraflutningstænastuna til setan 1. mars 2026 ella eftir nærri avtalu.

Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahúsið í Føroyum og eitt av størstu einstøku arbeiðsplássunum í landinum. Vit taka ímóti sjúklingum úr øllum landinum og hava uml. 180 sengur innan psykiatri, medisin, pediatri, intensiv og skurð.

Bráðdepilin veitir tænastur tvørtur um allar klinisku deplarnar og fevnir um: Sjúkraflutningstænastuna, Anestesideild, Intensivu deild, Viðrakning, Bráðmóttøku/Skaðastovu, sjúkrarøktarfrøðingar í kommunulæknavaktini og Endurvenjingardeild.

Sjúkraflutningstænastan

Prehospitala starvsøkið fevnir í stóran mun um oyggjarnar Streymoy, Eysturoy, Vágar og Sandoy. Portørtænastan, leiðbeiningin og felags vaktsentralurin fyri alt landið hoyra eisini undir tænastuna.

Í løtuni starvast umleið 40 starvsfólk, herímillum góðkendir ambulancuviðgerðarar, ambulancuassistentar, vaktleiðarar, inniportørar og kunningarstarvsfólk. Starvsfólkabólkarnir arbeiða nógv sjálvstøðugt og á ymiskum støðum, so felagstrivnaður og samhoyring eru høgt raðfest.

Í mars 2026 byrja tveir næmingar upp á útbúgving til ambulancuviðgerðarar, sum verður skipað bæði í Føroyum og í Danmark. Varaleiðarin vil saman við deildarleiðarum hava ein týðandi leiklut í at menna eitt lærings- og menningarumhvørvi fyri næmingar og starvsfólk.

Arbeiðsuppgávur hjá Sjúkraflutningstænastuni

  • Útkall í samband við vanligan og bráðfeingis flutning, herímillum lívbjargandi arbeiði
  • Luttøka í hjartastopptoyminum á Landssjúkrahúsinum
  • Portørarbeiði á Landssjúkrahúsinum
  • Flutningur millum heim og sjúkrahús av fólki við rørslutarni og/ella varandi sjúku
  • Sjúkraflutning til og frá flogvøllinum, bæði planlagdan og bráðfeingis
  • Døgnmanning av felags vaktsentralinum fyri alt landið
  • Døgnmanning av sjúkrabilum á ymiskum støðum
  • Aðrar uppgávur, t.d. í sambandi við mors og sektiónsarbeiði

Ábyrgdarøki hjá varaleiðaranum

  • Arbeiða sum ambulancuviðgerði eftir tørvi fyri at tryggja smidleika og stuðla virkseminum
  • Arbeiða sum vaktleiðari
  • Dagliga sparring við deildarleiðaran um virksemi og raðfesting av arbeiðsuppgávum  
  • Stuðla deildarleiðaranum í dagligu samskipanini av Sjúkraflutningstænastuni við fokus á skipan av arbeiðinum, arbeiðsumhvørvi og førleikamenning
  • At tryggja fakliga menning í tøttum samstarvi við deildarleiðara og liðlækna
  • Luttaka í prehospitalu tilbúgvingini
  • Luttaka í innsatstilbúgvingini
  • Saman við tekniska leiðara planleggja og innføra nýggja útgerð og mannagongdir
  • Stuðul í samband við fyrisitingarligar uppgávur hjá tekniska leiðara

Førleikakrøv

  • Útbúgving sum ambulancuviðgerðari og royndir innan ambulancu- og/ella prehospitalt arbeiði
  • Arbeiðsroyndir sum vaktleiðari kann vera ein fyrimunur
  • Leiðsluroyndir kann vera ein fyrimunur
  • Áhugi fyri fakligari starvsfólkamenning
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt og nýhugsandi 
  • Góð samstarvsevni og fleksibilitet
  • Evni at orða seg bæði munnliga og skrivliga
  • Góðir telduførleikar
  • Viðeiriligur og rúmligur

Vit bjóða

  • Skipaða og góða innleiðslu
  • Eitt mennandi og avbjóðandi starv við samfelagsligum týdningi
  • Møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
  • Eitt fjølbroytt og spennandi arbeiðspláss
  • Dugnalig og roynd starvsfólk

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Louis Hansen louha@ls.fo, deildarleiðara, tlf. 234601 

Lønar - og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið

Umsóknarfreistin er 12.02.2026

Vinarliga søk starvið her. 

 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.     

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar

 

 

 

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós