Landssjúkrahúsið søkir eftir starvsfólkum til sjúkrahúsreingerð
Tænastudeildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir starvsfólkum til reingerð á deild at byrja skjótast gjørligt. Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, við góðum starvsfeløgum, og tú fært neyðuga upplæring innan økið við starvsbyrjan.
Um størvini
Talan er um størv, har arbeiðið í høvuðsheitum er reingerð av m.a. sjúkrastovum, skrivstovum, viðgerðarhølum, goymsluhølum og øðrum økjum á Landssjúkrahúsinum.
Vinarliga viðmerk í tínari umsókn, hvat starv tú søkir.
- Starv á intensiveri deild/skaðastovuni. Arbeitt verður í dagvaktum og 2. hvørt vikuskifti. Allar vaktir eru frá kl 7.00 til 15.00. Tímatalið er umleið 28 tímar um vikuna.
- Starv á medisinskari seingjardeild. Umframt høvuðsuppgávuna innan reingerð, so ert tú eisini partur av borðreiða máltíðir til sjúklingar. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, dag, kvøld og 3. hvørt vikuskifti. Tímatalið er umleið 30 tímar um vikuna
- Starv á kirurgiskari seingjardeild. Umframt høvuðsuppgávuna innan reingerð, so ert tú eisini partur av borðreiða máltíðir til sjúklingar. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, dag, kvøld og 2. hvørt vikuskifti. Tímatalið er umleið 30 tímar um vikuna.
Vaktirnar á seingjardeild eru skipaðar soleiðis:
- Skiftisvís (kl. 08 - 15) og (kl. 08 - 15 + kl. 17 - 19)
- Dagligt samskifti er við sjúklingar og starvsfólk, tí er umráðandi at tit skilja hvønn annan væl.
Vit vænta, at umsøkjarar:
- Hava góðan røkjuskap og ganga høgt upp í reinføri
- Eru fyrikomandi og kunnu arbeiða sjálvstøðugt
- Tola broytingar í arbeiðinum og arbeiðstíðum
Umsøkjarar skulu vera fyltir 18 ár, og royndir innan reingerð, kann vera ein fyrimunur.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Setanarstaðið er Tænastudepilin/Tænastudeildin.
Nærri uppýsningar um starvið fáast við at seta seg í samband við Súsonnu Nolsøe á tlf. 304614 gerandisdagar millum kl. 8-14, ella við at skriva á teldupost susanna.nolsoe@ls.fo
Umsóknarfreistin er 1. februar 2026.
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.