18 Vaskarí 26

Starvsfólk til Vaskaríið á Landssjúkrahúsinum

Vaskaríið søkir eftir tveimum tímaløntum starvsfólkum at byrja 1. mars 2026. 
Arbeiðstíðin er 35 tímar um vikuna, har tú arbeiðir í einum góðum arbeiðsumhvørvið, við góðum starvsfeløgum. 

Um størvini
Arbeiðsuppgávurnar umfata m.a. sortering, pakking, at lyfta og at rulla klæðir. Neyðug upplæring innan økið verður givin við starvsbyrjan.
Arbeitt verður gerandisdagar í dagvaktum, tó er arbeiðstíðin í summarmánunum og til høgtíðir soleiðis, at arbeitt verður bæði dag-, kvøld- og vikuskiftisvaktir.

Um teg: 

  • Góðan røkjuskap og gongur høgt upp í reinføri
  • Er fyrikomandi og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Tolir broytingar í arbeiðinum, og kann hava arbeiði, ið viðhvørt inniber tungt arbeiðið

 Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Sunrid Mýlingstind, deildarleiðara, á telefon 234599, ella teldupost sunrid.mylingstind@ls.fo

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmálan millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknarfreistin er 31. januar 2026.

Vinarliga søk starvið til Vaskaríið her

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.  
 Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
 Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós