Uttanlandstænastan á Landssjúkrahúsinum søkir eftir skrivstovufólki
Uttanlandstænastan søkir eftir skrivstovufólki til setan frá 01. Mars 2026.
Talan er um 1 farloyvisstarv á 30 tímar um vikuna fyri starvsfólk í barsil fram til 31. desember 2026.
Arbeiðstíðin er í dagtímunum millum kl. 8.00-16.00.
Endamálið hjá Uttanlandstænastuni er at miðsavna dagligu uppgávurnar í samband við, at sjúklingar fara uttanlands til viðgerðar. Endamálið er at fáa eina vælskipaða, hóskandi og skjóta sjúklingagongd. Hetta er ein týðandi uppgáva, sum vit loysa í samstarvi við starvsfeløgum á Uttanlandstænastuni, á ymisku deplunum á Landssjúkarhúsinum og øðrum samstarvsfólkum her á landi og uttanlands.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
- Avgreiðslu í móttøkuni
- Ymiskar bókhaldsuppgávur, herundir eftirlit við og avgreiðsla av avrokningum fyri viðgerð v.m.
- Umsita kautiónir og umbønir
- Søkja um adm. cpr til sjúklingar
- Gera avtalur um fráferðir í Kapellinum
- Ráðgeva um og avgreiða avrokningar av útlendingum
- Gera hagtøl fyri Uttanlandsviðgerð
- Avgreiða ferðaendurgjald
- Samstarva við deildir á Landssjúkrahúsinum, sjúklingavegleiðarar og - samskiparar uttanlands, sjúklingahotell og ymisk sjúkrahús uttanlands
- Samskifta við sjúklingar og avvarðandi
- Vegleiðing og ráðgeving um rættindi hjá sjúklingum og avvarðandi sambært galdandi kunngerð
- Avgreiða ferðaskjøl
- Verða partur av starvsfólkatoyminum, sum arbeiðir við at menna sjúklingagongdir
- Aðrar fyrisitingarligar uppgávur á Uttanlandstænastuni
Vit bjóða
- Eitt spennandi starv, sum tú verður við til at menna í samstarvi við onnur
- Eitt dynamiskt, fjøllbroytt og gott arbeiðsumhvørvi
- Tætt samstarv við ymiskar yrkisbólkar
- Góða innleiðslu
Førleikakrøv hjá tær
- Skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
- Royndir við fyrisitingarligum arbeiði í heilsuverkinum er ein fyrimunur
- Evni at raðfesta og leggja arbeiðið til rættis
- Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
- Megnar at hava fleiri uppgávur í senn og at arbeiða skjótt, tá uppgávan krevur tað
- Góð evni at samskifta
- Ert opin, tænastusinnað/ur og hevur góð samstarvsevni
- Góðan telduførleika. Kunnleiki til skipanir s.s. Cosmic og Búskaparskipan Landsins er ein fyrimunur
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ingvør Justinussen, Deildarleiðara á Uttanlandstænastuni, tlf 507672 ella teldupost ingju@ls.fo.
Umsóknarfreistin er sunnudagin 18. Januar 2026
Vinarliga søk starvið her
Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.
Uttanlandstænastan er ein fyrisitingarlig deild í Kliniska stápinum á Sjúkrahúsverkið Føroya við staðsetan á Landssjúkrahúsinum. Leiðarin á Uttanlandstænastuni vísir til leiðaran í Kliniska stápinum. Á Uttanlandstænastuni arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar og skrivstovufólk í fyrisitingarligum størvum. Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar í mun til lógarverk og sáttmálar. Arbeiðið er ein longdur armur fyri klinisku deplarnar á sjúkrahúsunum og sjúklingarnar, sum verða ávístir av yvirlæknunum til viðgerð uttanlands. Umframt lýsingina omanfyri av starvinum sum skrivstovufólk, so eru uppgávur á Uttanlandstænastuni í mun til fígging, avgreiðslu og fyriskipan í tilrættaleggjanini av viðgerð uttanlands. Starvsfólk hjá Atlantic Airways við staðsetan á Uttanlandstænastuni eru ein náttúrligur partur av starvsfólkabólkinum.
Kliniskur Stápur
Kliniskur stápur er nýggjur í Sjúrkahúsverkinum og er samansettur av verandi og nýggjum virksemi. Yvirskipað hevur Kliniski stápurin ábyrgd av ymiskum tvørgangandi uppgávum saman við - og fyri klinisku deplarnar. Hesar uppgávur eru miðsavnaðar í kliniska stápinum, so tær stuðla undir virkseminum í samlaða Sjúkrahúsverkinum. Málið er, at Kliniski stápurin við sínum ymisku uppgávum, bæði er ein longdur armur og ein serstøk tænasta til klinisku deplarnar. Somuleiðis virkar stápurin sum bindilið millum Stjórn, klinisku deplarnar og deildirnar í serstøku uppgávunum hjá stápinum. Kliniski stápurin samstarvar við allar deplar og deildir og gongur undan í at samskipa, góðskutryggja og menna Sjúkrahúsverkið. Kliniski stápurin hevur uppgávur bæði í mun til sjúklingin og starvsfólkini í Sjúkrahúsverkinum. Á Kliniski stápi eru hesi virksemi, Hagtalsserfrøði, Sjúklingaleiðbeinarar, Dygdarmennarar, Smittuverja, umframt Uttanlandstænastan, Sjúklingahotellið Tórshavn og Farmasi. Tilsamans arbeiða áleið 50 starvsfólk, við ymiskum uppgávum og útbúgvingum í skipaðum eindum í Kliniska stápi.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.