D3S 3208

Starvsfólk til Sjúkraflutningstænastuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Søkt verður eftir einum fólki til fast starv í Sjúkraflutningstænastuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi til setan skjótast til ber. Talan er um hálvtíðarstarv svarandi til 20 tímar um vikuna.

Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðs-uppgávunum er at vera ein bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum og skaddum fólki og fólkum, ið eru rørslutarnað. Eisini hevur tænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er á sjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið, ið mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum.

Starvsøkið hjá sjúkraflutningstænastuni fevnir um Suðuroy. Her starvast í løtuni 6 fólk. Deildin hevur 6 bilar, íroknað 3 ambulansar og ein átaksbil, og er túratalið umleið 1100 patienttúrar árliga.

Uppgávur
•    Sjóvegis sjúkraflutningur 
•    Planlagdur sjúkraflutningur millum bygdirnar í Suðuroynni
•    Fyrifallandi uppgávur á ymsu deildunum á sjúkrahúsinum
•    Ymiskar viðlíkahaldsuppgávur uttandura
•    Heinta og avleverða skrell og toy á sjúkrahúsinum og uttanfyri húsið
•    Sláa gras, rudda kava og salta økir kring sjúkrahúsið.  

Vit vænta, at tú
•    ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi, fleksibul og hevur góð samstarvsevni
•    sært avbjóðingar fram um avmarkingar
•    hevur evni til at orða teg bæði munnliga og skrivliga
•    tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
•    ert fús/ur til at broyta teg við nútíðini
•    líkur tey krøv, ið stovnurin setur í mun til at skapa eitt umhvørvi við trivnaði og menning í hásæti.

Dentur verður lagdur á, at tú
•    hevur og hevur havt koyrikort til vanligan bil í minst eitt ár
•    hevur koyrikort til C ella D
•    hevur reina revsiváttan
•    hevur góðan fysik og heilsu
•    hevur sjón, ið gevur møguleika at taka vinnuligt koyrikort
•    dugir at miðla vitan bæði til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
•    hevur telduførleika á brúkarastøði.
Útbúgving sum ambulansaviðgeri/assistentur kann verða ein fyrimunur, men er ikki ein treyt.

Vit bjóða
•    ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
•    eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum 
•    fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
•    tvørfakligt samstarv
•    felags innleiðslu og upplæring á deildini.

Tey, ið verða boðin til samrøðu, verða biðin um hava læknaváttan og revsiváttan við.

Løn- og setanartreytir eru sbrt. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Georg Kjærbo, virkandi yvirportør á tlf. 210608 ella umvegis teldupost geokj@ssh.fo

Umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum skal sendast til starv@ssh.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. desembur 2025.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Tú lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús her og um okkara visjón, missión og strategimál her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós