Ls Bygningr

Sjúkrarøktarfrøðingum til Steno Miðstøðina

Sjúkrarøktarfrøðingum til Steno Miðstøðina 

Steno Miðstøðin, ið er diabetes- og endokrinologiskt ambulatorium, søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum.

Talan er um tvey størv, eitt fast starv á brøki 1.0 til setan 1. februar 2026, ella eftir avtalu, og eitt farloyvisstarv á brøki 0,8 til setan frá 1. februar 2026 til 1. februar 2027.

Størvini fevna eisini um vikuskiftisvaktir á medisinskari seingjadeild.

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum:

  • Sjálvstøðugar viðtalur
  • Geva viðgerðir
  • Samskipa viðgerðir og eftirkanningar
  • Kunna, vegleiða og undirvísa sjúklingum og avvarðandi
  • Undirvísa einstaklingum og bólkum
  • Seta fyribyrgjandi átøk í verk
  • Miðla vitan skrivliga og munnliga til starvsfelagar, sjúklingar og samstarvsfelagar

Partur av starvinum er útgangandi funktión, har sjúkrarøktarfrøðingur á Steno Miðstøðini vitjar deildirnar og hevur viðtalur við innlagdar sjúklingar við diabetes.  

 

Krøv til umsøkjaran:

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Góður telduførleiki 
  • At tú megnar at fáa yvirlit yvir fjøltáttaðu arbeiðsuppgávurnar, raðfesta og samskipa sjúklingagongdir
  • At tú megnar at nýta reflektión sum arbeiðsamboð, ein til ein og í bólki.
  • Sinnað/ur at menna førleikar at miðla vitan og undirvísa
  • Faklig vitan innan økið og kliniskar royndir við medisinskari sjúkrarøkt eru ein fyrimunur. 


Vit bjóða:

  • Felags innleiðslu og upplæring
  • Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
  • Góðar møguleikar fyri førleikamenning
  • Virknar og skikkaðar starvsfelagar
  • Tætt tvørfakligt samstarv

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Setanarøkið er Landssjúkrahúsið, Medisinski depilin, og Steno Miðstøðin heldur til í Útistovu á Medisinska ambulatoriinum. 

Nærri fæst at vita við at venda sær til Jóhannu Andreasen, funktiónsleiðara, á tlf. 304500 lokal 6251, ella við at skriva til johad@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 11. januar 2026.

Vinarliga søk starvið her.

Steno Miðstøðin, virkar fyri at tryggja borgarum við diabetes og øðrum hormon- og stoffskiftissjúkum bestu viðgerðina, ið kann betra um lívsgóðskuna hjá hesum borgarum. 12 starvsfólk starvast á Steno Miðstøðini í Føroyum.

Steno Miðstøðini verður rikin av Sjúkrahúsverkinum og er ein av sjey Stenomiðstøðum og verður arbeiðið lutvíst fíggjað av Novo Nordisk Fonden.

Á Steno Miðstøðini verður arbeitt við støðugum betranarátøkum, tvørgeira samstarvi og gransking. 

Steno Miðstøðin húsast í Útistovu, Bláa ambulatorinum.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós