Ambulansuviðgerar til Sjúkraflutningstænastuna
Ambulansuviðgerar til Sjúkraflutningstænastun
Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir trimum ambulansuviðgerum (ambulancebehandler) við danskari autorisatión.
Talan er um fulltíðarstørv á brøk 1,0 í skiftandi vaktum til setan 1. mars 2026 ella eftir nærri avtalu.
Visjónin hjá Landssjúkrahúsinum, sum ein partur av Sjúkrahúsverkinum, er at sjúklingurin skal vera í miðdeplinum. Starvsfólkini skulu vera errin av at arbeiða her, og at samfelagið skal fáa ágóðan av okkara virksemi.
Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðsuppgávunum er at vera ein bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum og skaddum fólki og fólkum, ið eru rørslutarnað. Eisini hevur Sjúkraflutningstænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er á Landssjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið, sum mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum.
Starvsøkini hjá Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum fevna í stóran mun um oyggjarnar Streymoy, Eysturoy, Vágar og Sandoy. Portørtænastan, Leiðbeining og felags Vaktsentralurin fyri alt Føroyar hoyra undir Sjúkraflutningstænastuna. Á Sjúkraflutningstænastuni starvast í løtuni umleið 40 starvsfólk. Deildin hevur 20 bilar, íroknað 16 sjúkrabilar. Vaktsentralurin er saman við sjúkrabilunum á hvørjum starvsøki mannaður alt samdøgrið.
Arbeiðsuppgávurnar hjá Sjúkraflutningstænastuni umfata í høvuðsheitum:
- Útkall í samband við vanligan og bráðfeingis flutning, og luttøka í lívbjargandi arbeiði
- Partur av hjartastopptoyminum á Landsjúkrahúsinum
- Portørarbeiði á Landssjúkrahúsinum
- Vanligan sjúkraflutning millum heim og sjúkrahús í samband við flutning av fólki við rørslutarni og fólki við varandi sjúku
- Sjúkraflutning til og frá flogvøllinum, planlagt og bráðfeingis flutning
- Døgnmanning av felags vaktsentrali fyri alt Føroyar
- Døgnmanning av sjúkrabilum á ymisku støðunum
- Aðrar uppgávur, so sum uppgávur í samband við mors og sektiónsarbeiði
Sjúkraflutningstænastan hevur sum nevnt fleiri ymiskar starvsfólkabólkar, sum arbeiða sera sjálvstøðugt í gerandisdegnum og á ymiskum støðum. Tað er tí sera umráðandi, at leggja dent á felags trivnað og samhoyring.
Førleikakrøv
- Danska autorisatión sum ambulansuviðgeri og royndir innan ambulansa- og/ella præhospitalt arbeiði
- Ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
- Viðeiriligur
- Megnar at umstilla seg og taka við nýggjum avbjóðingum
- Megnar at arabeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Reina revsiváttan
- Dugir at miðla vitan bæði til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
- Góða heilsu og fysik
- Evni til at orða seg, bæði munnliga og skrivliga
- Telduførleiki
Vit bjóða
- Góða innleiðslu
- Eitt mennandi og avbjóðandi starv
- Ein spennandi arbeiðsdag við møguleikum fyri fakligum avbjóðingum og egnari menning
- Eitt fjølbroytt og spennandi arbeiðspláss
- Góðar og dugnaligar starvsfelagar við nógvum royndum
Um tú er nýggjur í starvinum, skal tú til eina fysiska roynd, sum saman við umsókn og samrøðu, er partur av setanartilgongdini.
Leinkja til fysisku royndina trýst her (lánt av Ambulance Syd)
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Louis Hansen, deildarleiðara, teldupost: louha@ls.fo
Lønar - og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknarfreistin er 16.02.2026.
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.