Sjúkrarøktarfrøðingur til medisinsku songjadeildina H1 - Neurologi og Dermatologi toyminum
Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi at byrja 1. august 2025 ella skjótast gjørligt. Talan er um fast starv, á brøk 0,8 í blandaðum vaktum og 3. hvørt vikuskifti .
H1 er songjardeild við 35 songjarplásssum, deilt á trý toymir. Á H1 - Neurologi og Dermatologi toyminum taka vit ímóti elektivum og akuttum sjúklingum við apopleksi, og øðrum nerurologiskum sjúkum. Harumframt taka vit í móti dermatologiskum sjúklingum. Toymið hevur pláss fyri 10 sjúklingum. Virksemið í toyminum er í samstarvi við ambulatoriir innan somu sergreinar. Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar í toyminum. Eisini taka vit í móti akuttum sjúklingum til trombolysu, ella EVT. Toymið H1- Neurologi og Dermatologi flytir yvir á H1 í september, men er í løtuni staðsett á B7.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum eru:
- Móttøka og viðgerð av akuttum neurologiskum sjúklingum
- Sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar á deildini
- At útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina
Vit leggja dent á:
- at tú hevur prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
- at tú hevur góð tvørfaklig samstarvsevni
- at tú hevur fakligan áhuga innan økið, ella áhugan at læra sergreinarnar
- at tú hevur góðan telduførleika
- at tú hevur viljan og evnið at brúka reflektión, sum lið í menningini
- at tú kann undirvísa og miðla vitan til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartnarar
Vit kunna bjóða:
- innleiðslu og upplæring á deildini
- eitt dynamiskt, avbjóðandi, fjølbroytt og stuðlandi arbeiðs umhvørvi
- fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
- tvørfakligt samstarv
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsningar um størvini fáast við at venda sær til Elisabeth Hjaltalin funktiónsleiðara, á t-post elihj@ls.fo
Umsóknarfreistin er tann 10.juli 2026.
Vinarliga søk starvið her.
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til møguliga samrøðu.
Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.