Starvsfólk til goymsluna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Vit sóknast eftir einum tænastusinnaðum, ábyrgdarfullum og arbeiðssomum goymslu- og reingerðarfólki til goymsluna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, ið skal vera við at mynda goymsluna frameftir.
Talan er um eitt starv, har tú fert at arbeiða við innkeypi, vørumóttøku, vøruútflýggjan og reingerð. Tú verður eisini við til at skipa og menna eina nýggja goymslustýring.
Tú kemur at hava ein týðandi leiklut í goymsluarbeiðnum og skalt tryggja, at vørumóttøka og vøruútflýggjan gongur smidliga fyri seg. Vit síggja fyri okkum, at rætti umsøkjarin er ein, sum dugir at arbeiða sjálvstøðugt og sum skilir týdningin av góðari tænastu og trívist í samskifti bæði við starvsfólk á sjúkrahúsinum, kundar og veitarar.
Klaksvíkar Sjúkrahús er í støðugari menning, og vit dagføra leypandi mannagongdir fyri at gerast enn betri, og hetta kemur tú eisini at verða partur av.
Goymslan er eitt fjølbroytt og spennandi starvstað, har uppgávurnar eru nógvar.
Uppgávur á goymsluni er m.a.:
- móttøka og útflýggjan av vørum
- samskifta og samstarva við starvsfelagar fyri at tryggja eina smidliga arbeiðsgongd
- arbeiða við goymslustýring
- bíleggja vørur frá veitarum
- reingerð av goymsluni og røkja goymsluna
- reingerð av seingjum á KS3
- hava samskifti við veitarar innan- og uttanlands
Vit ímynda okkum, at tú:
- Hevur útbúging sum logistikkatstøðingur ella hevur
líknandi útbúgving. - Tú ert arbeiðssom/-samur, væl skipað/-ur, røkin, hevur yvirlit og ert álítandi.
- Tú ert fyrikomandi og sær møguleikar, heldur enn forðingar.
- Tú ert tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta við starvsfelagar og veitarar
- Tú arbeiðir sjálvstøðugt, líka væl sum saman við øðrum.
- Tú trívist í einum fjølbroyttum arbeiðsdegi, har tú skiftir millum skrivstovu og praktiskt arbeiði.
- Er ágrýtin og tekur ábyrgd
Førleikar
Umráðandi er, at tú:
- Hevur útbúgving sum logistikkatstøðingur ella líknandi útbúgving
- Hevur viðkomandi starvsroyndir
Um eingin umsøkjari við hesari útbúgving søkir, kann annar umsøkjari við aðrari viðkomandi útbúgving, royndum innan økið ella hjálparfólk verða sett í starvið.
Um starvið
Arbeiðsstaðurin er í goymsluni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Vanlig arbeiðstíð er 35 tíma vika. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Løn og setanartreytir eru sambært Starvsfelagið.
Meira at vita
Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við: Jastrid Gullaksen, deildarleiðara, á tlf. 235470, ella senda ein teldupost til jasgu@ks.fo
Umsókn
Starvið verður sett skjótast tilber, og allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum, skal sendast til: umsokn@ks.fo
Umsóknarfreistin er 9. juni 2026.
Vit gleða okkum at móttaka tína umsókn.
Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.