14 Sjúkraflutningstænastan 8

Avloysarar sum atstøðingar til Sjúkraflutningstænastuna á Landssjúkrahúsinum

Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir avloysarum sum atstøðingar til Sjúkraflutningstænastuna í tíðarskeiðnum 1. mars til 31. august 2026.

Visjónin hjá Landssjúkrahúsinum, sum ein partur á Sjúkrahúsverkinum, er at sjúklingurin skal vera í miðdeplinum. Starvsfólkini skulu vera errin av at arbeiða her, og at samfelagið skal fáa ágóðan av okkara virksemi.

Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðsuppgávunum er at vera ein bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum og skaddum fólki og fólkum, ið eru rørslutarnað. Eisini hevur Sjúkraflutningstænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er á Landssjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið, sum mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum.

Starvsøkini hjá Sjúkraflutningstænastuni fevna um Streymoy, Eysturoy, Vágar og Sandoy. Her starvast í løtuni umleið 40 fólk. Deildin hevur 20 bilar, íroknað 16 sjúkrabilar. Vaktsentralurin, ið hoyrir til deildina, er saman við sjúkrabilunum á hvørjum starvsøki mannaður alt samdøgrið.

Tann, ið settur verður sum avloysari, ið ikki er útbúgvin sum ambulansuatstøðingur fær eitt grundskeið/upplæring, áðrenn virkast kann sum atstøðingur í sjúkrabilinum. Viðkomandi fær vegleiðing av einum viðgera og hevur møguleikar fyri øðrum grundskeiðum, ið eru neyðug fyri at røkja starvið til fulnar.

Vit vænta, at tú

  • ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
  • hevur virðiliga framferð, bæði yvir fyri sjúklingum, starvsfeløgum og leiðslu 
  • Hevur góðar sosialar/menniskjaligar eginleikar 
  • sært avbjóðingar fram um avmarkingar
  • hevur evni til at orða teg bæði munnliga og skrivliga
  • tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
  • ert fús/ur til at broyta teg við nútíðini
  • virðir starvsfólkapolitikkin og virðisgrundarlagið hjá Sjúkrahúsverkinum, og lýkur tey krøv, ið verða sett (stovnurin setur) í mun til at skapa eitt umhvørvi við trivnaði og menning í hásæti

Dentur verður lagdur á

  • fyltur 21 ár
  • minimum 9. floks prógv, miðnámsútbúgving kann vera ein fyrimunur
  • koyrikort til persónbil í minst 3 ár
  • koyrikort til bólk C ella D kann vera ein fyrimunur
  • menniskjaligar eginleikar
  • megnar at umstilla seg og taka við nýggjum avbjóðingum
  • reina revsiváttan
  • 1. hjálparprógv
  • góða heilsu og fysik
  • sjón ið gevur møguleika at taka vinnuligt koyrikort
  • dugir at miðla vitan bæði til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
  • telduførleika á brúkarastøði

Vit bjóða

  • felags innleiðslu og upplæring á deildini
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • tvørfakligt samstarv
  • ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag 
  • eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum

Royndartíðin er 6 vikur.

Um tú er nýggjur í starvinum, skal tú til eina fysiska roynd, sum saman við umsókn og samrøðu, er partur av setanartilgongdini.

Leinkja til fysisku royndina trýst her (lánt av Ambulance Syd)

Bert tey, ið verða innboðin til samrøðu, skulu hava læknaváttan og reina revsiváttan. 

Upplæringin byrjar skjótast tilber.

Løn- og setanartreytir eru smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Louis Hansen, deildarleiðara, tlf. teldupost: louha@ls.fo

Umsóknarfreistin er 16.02.2026

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.

Vinarliga søk starvið her. 

 

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós