L32

Sjúkrarøktarfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðilesandi til at arbeiða í vikuskiftum

Psykiatriska innleggingardeildin P40 á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum og sjúkrarøktarfrøðislesandi at arbeiði 3. hvørt vikuskifti. 

Á P40 taka vit ímóti sjúklingum í øllum aldri, sum hava tørv á útgreining, røkt og viðgerð fyri ymiskar psykiatriskar sjúkur. Vit arbeiða í tøttum tvørfakligum samstarvi, har hvør fakbólkur leggur sítt íkast til við síni útbúgving, vitan og royndum, fyri at stuðla undir rehabilitering og recovery hjá innløgdum sjúklingum.

Vit arbeiða miðvíst við at menna okkara miljøterapi, sum er snúningsásurin í gerandisdegnum á deildini. Harumframt arbeiða vit málrættað við átakinum Safewards, sum stuðlar undir einum góðum og tryggum arbeiðsumhvørvi og styrkir trygd og trivnað hjá bæði sjúklingum og starvsfólki. Eisini arbeiða vit við støðugari menning av røkt og viðgerð við støði í betranarháttinum Quality Improvement.

Eitt av okkara týdningarmestu málum er at hava sjúklingin við í øllum avgerðum í sambandi við sjúklingagongdina, har avvarðandi eisini eru ein týðandi partur av tilgongdini.

Hvør ert tú?

Tú ert útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur ella ert sjúkrarøktarfrøðislesandi  - og hevur áhuga í at læra meira um arbeiðið við psykiatriskum sjúkum og menniskjum í truplum lívsstøðum.

Dentur verður lagdur á, at tú:

  • hevur autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur ella ert lesandi
  • hevur áhuga fyri psykiatri - royndir innan økið eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt 
  • kanst arbeiða 3. hvørt vikuskifti í skiftandi vaktum 
  • hevur góðan telduførleika 
  • ert væl fyri bæði sálarliga og likamliga 

Tú kennir teg aftur, tá vit siga, at:

Tú ert forvitin og hevur hug at læra meira um psykiatriskar avbjóðingar. Vit eru her fyri sjúklingarnar, og teimum tørvar starvsfólk, sum møta teimum við nærveru, tolni og virðing, so tey kunnu fáa ein tryggari gerandisdag aftur.

Tú megnar at møta sjúklingum og teirra lívssøgu á ein rúmligan og virðiligan hátt, og tú dugir at bera vónina fyri tey, sum ikki altíð megna tað sjálvi.

Tú ert ein góður liðleikari. Í okkara tvørfakliga samstarvi hava vit tørv á ymiskum førleikum og styrkjum, og tí er týdningarmikið, at tú vísir virðing fyri starvsfeløgum, ert opin fyri nýggjum íblástri og dugir bæði at læra frá tær og frá øðrum.

Hví skalt tú velja okkum?

Á P40 fært tú dugnaligar og eldhugaðar starvsfelagar, sum brenna fyri sínum arbeiði og leggja dent á góða innleiðslu og stuðul. Vit hava dagliga fakliga refleksión og góðar møguleikar fyri menning bæði persónliga og fakliga.

Summi hava arbeitt her í mong ár, onnur eru nýggjari í starvi - men felags fyri okkum øll er ynskið um at skapa eitt gott arbeiðspláss, har vit trívast og gleða okkum at koma til arbeiðis.

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta teg í samband við:

  • Jóhonnu við Streym, deildarleiðara á P40, á t-post: johpa@ls.fo ella lokal 4444
  • Eydnu Iversen Lindenskov, depilsleiðara, á t-post: eydna.lindenskov@ls.fo 

Umsóknarfreistin er 09.06.26. Starvsbyrjanin er frá 1. septembur 2026 ella skjótast tilber

Vinarliga søk starvið her.

 

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós