Hevur tú áræði at standa á odda fyri okkara seingjadeild?
Vilt tú leiða ein sterkan starvsfólkahóp, menna sjúkrarøktina og seta tín dám á eitt vælvirkandi sjúkrahús? Vit leita eftir einum eldhugaðum sjúkrarøktarfrøðingi til farloyvisstarv sum deildarleiðari á seingjadeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Sum okkara nýggi deildarleiðari fært tú eina lyklarollu á seingjadeildini. Vit bjóða tær eitt spennandi ár – frá 1. september 2026 til 31. august 2027 – har tú fært ábyrgd, áliti og møguleika at gera mun fyri bæði starvsfólk og sjúklingar. Starvið er fulla tíð og arbeiðstíðin er kl. 8-16 mánadag til fríggjadag.
Starvið
Sum deildarleiðari á seingjadeildini kanst tú vænta eitt spennandi starv við nógvum dugnaligum starvsfeløgum, har stórur dentur verður lagdur á fakliga støðið og at hava umsorgan fyri einstaka sjúklinginum.
Deildarleiðarin hevur ábyrgdina av starvsfólkaleiðsluni, og er stigtakari til menning og útbúgving av starvsfólkunum á deildini.
Deildarleiðarin hevur ábyrgd av at leggja til rættis, samskipa og optimera virksemið, soleiðis at veitt verður ein so munadygg tænasta til sjúkling og avvarðandi sum gjørligt innan givnar karmar.
Arbeitt verður í tøttum samstarvi við leiðslu og aðrar deildarleiðarar.
Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum
• at hava fakliga, fyrisitingarliga og fíggjarliga ábyrgd av dagligu leiðsluni á deildini
• at tryggja góðskuna av sjúkrarøktini og starvsfólkamenningini
• at verða skynsamur og ábyrgdarfullur leiðari við atliti til starvsfólkatrivnað, røkt og menning
• at virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi
• samskipan av sjúklingagongdum
• at fremja og stimbra tvørfakligt samstarv og samskifti, bæði innan- og uttanhýsis
• at hava virknan lut í upplæring og innleiðslu av nýggjum starvsfólkum
• at tryggja umstøður til betranarátøk.
Hvør ert tú?
Vit ímynda okkum, at tú ert sjúkrarøktarfrøðingur við einum brennandi áhuga fyri leiðslu. Tú ert málsøkin, torir at taka avgerðir og dugir at skapa góð samstørv – eisini tá ið nógv er at gera.
Vit vænta, at tú
• hevur prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• hevur áhuga fyri leiðslu
• hevur áhuga og hegni til fakliga menning av starvsfólkum og kliniskum mannagongdum
• hevur góð samstarvsevni á øllum fyriskipanarstigum
• dugir at arbeiða tvørfakligt, eins væl og sjálvstøðugt
• hevur góðan telduførleika
• leiðsluroyndir og/ella leiðsluútbúgving kunnu vera ein fyrimunur.
Vit bjóða tær
• ein áhugaverdan og skiftandi arbeiðsdag við fjølbroyttum avbjóðingum og uppgávum
• fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar í einum góðum arbeiðsumhvørvi
• eitt starv við møguleika fyri fakligari og persónligari menning
• eitt dynamiskt, tvørfakligt og virkið arbeiðspláss.
Um okkum
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt vælvirkandi nýmótans sjúkrahús, ið tekur imóti akuttum og planløgdum sjúklingum úr øllum Føroyum. Á sjúkrahúsinum starvast áleið 130 fólk býtt á 24 starvsbólkar.
Seingjadeildin er ein blandað skurð- og heilivágsdeild við akuttari móttøku. Á seingjadeildini eru áleið 30 starvsfólk umframt ein yvirlækni í akuttmedisini. 20 seingjarpláss eru á deildini, ið veitir kanningar, viðgerðir og røkt til sjúklingar við nógvum ymiskum sjúkum. Talan er um medisinskir og skurðsjúklingar í øllum aldursbólkum. Endamálið er at veita hesum eina dygdargóða heilsutænastu borin av vitan og tænastusinni.
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Vilt tú gerast partur av okkara toymi?
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Hanus Toftheyggj, sjúkrahússtjóra ella Gunnbjørg Guttesen, varastjóra, á tlf. 343300.
Hevur hetta tín áhuga, gleða vit okkum at fáa tína umsókn við viðkomandi skjølum á teldupost starv@ssh.fo í seinasta lagi fríggjadagin 29. mai 2026.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús.