17 Tænastudeild 8

Vilt tú vera partur av okkara toymi á Suðuroyar Sjúkrahúsi?

Ert tú røkin, fyrikomandi og trívist tú við at gera mun? Vit sóknast eftir tveimum starvsfólkum til Tænastudeildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi – einum til fast starv og einum til tíðaravmarkað starv.

Um teg
Vit ímynda okkum, at tú ert ein persónur, ið tekur ábyrgd og kann arbeiða sjálvstøðugt. Tú ert arbeiðssom/-samur, røkin og fyrikomandi. Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá líknandi arbeiði.

Um størvini
Fasta starvið
Talan er um tímalønt starv á 20 tímar um vikuna mánadag til fríggjadag kl. 15.00–19.00 til setan 3. august 2026. Arbeiðsøkið er reingerð á Rannsóknarstovuni, í Ergo- og fysioterapiini og í móttøkuni.

Tíðaravmarkaða starvið
Talan er um tímalønt starv á 27 tímar um vikuna mánadag til fríggjadag kl. 08.00–13.00, umframt tveir tímar leygardag. Tó kann væntast onkuntíð at skula til arbeiðis uttanfyri hesar tíðir - eisini í vikuskiftum. Starvið er tíðaravmarkað frá 17. august 2026 til og við 10. januar 2027. Arbeiðsøkið er reingerð í starvsfólkabygninginum, á læknagongini og í fyrisitingini.

Hví velja okkum?
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt spennandi og áhugavert arbeiðspláss, við áleið 130 starvsfólkum í 24 ymiskum fakbólkum, ið øll arbeiða fyri at geva okkara sjúklingum bestu tænastuna. Hjá okkum fært tú:

•    eitt fjølbroytt starv saman við góðum starvsfeløgum 
•    ein skiftandi arbeiðsdag í einum góðum og skipaðum umhvørvi
•    skipaða innleiðslu og upplæring.

Suðuroyar Sjúkrahús er eitt vælvirkandi nýmótans sjúkrahús, ið tekur imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Her starvast áleið 130 fólk í 24 ymiskum fakbólkum.

Tænastudeildin fevnir um goymsluna, vaskaríið og alla reingerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi. 22 starvsfólk eru knýtt at deildini, harav 14 í reingerðingini.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Nærri fæst at vita um størvini við at ringja ella skriva til Rannvá Schrøter, deildarleiðari á Tænastudeildini á tlf. 343300 ella teldupost ransc@ssh.fo.

Um hetta hevur tín áhuga, gleða vit okkum at fáa tína umsókn, lívsrensl og møgulig viðmæli á starv@ssh.fo í seinasta lagi fríggjadagin 29. mai 2026.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús.  

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós