Hevur tú hug at gerast partur av okkara sterka toymi á seingjadeildini?
Vit søkja eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til farloyvisstarv á songjadeildini. Ert tú nýútbúgvin ella royndur sjúkrarøktarfrøðingur, ið ynskir nýggjar avbjóðingar, og hevur tú hug at royna teg á einari deild við fjølbroyttum avbjóðingum og skiftandi arbeiðstrýsti, so kanst tú læra og royna nógv ymiskt á okkara deild. Vit eru ein lítil deild við góðum samanhaldi, ein blandaður starvsfólkahópur við bæði ungum og eldri starvsfeløgum, ið fegin læra frá sær.
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi í tíðarskeiðinum 01.08.2026 ella eftir nærri avtalu til og við 31.07.2027.
Arbeiðstíðin er á brot 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna í skiftandi vaktum.
Um okkum
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt vælvirkandi nymótans sjúkrahús, ið tekur imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Vit eru áleið 130 starvsfólk í 24 ymiskum fakbólkum.
Songjadeildin er ein blandað skurð- og heilivágsdeild við akuttari móttøku. Á deildini eru uml. 30 starvsfólk og 20 seingjapláss. Sum sjúkrarøktarfrøðingur á songjadeildini hevur tú eisini tætt samstarv við aðrar deildir á sjúkrahúsinum.
Vit ímynda okkum, at tú
• setir tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
• hevur hug og vilja til at mennast fakliga saman við okkum
• hevur góð tvørfaklig samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
• hevur lætt við at organisera og strukturera
• hevur yvirlit í akuttum støðum
• ert fleksibul
• kennir ábyrgdarkenslu av at skapa góðan trivna á deildini
• hevur telduførleika – vit nýta Cosmic
• hevur prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur.
Vit kunnu bjóða tær
• eitt avbjóðandi, áhugavert og fjølbroytt starv
• arbeiðssamar og dugnaligar starvsfelagar
• mennandi uppgávur har gerandisdagurin ikki altíð er eins
• skipaða innleiðslu.
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Ynskir tú at frætta meira, ert tú vælkomin at venda tær til Lisbet Jacobsen, deildarleiðara tlf. 34 33 00 ella umvegis teldupost lisbet@ssh.fo.
Um hetta hevur tín áhuga gleða vit okkum at fáa tína umsókn við viðkomandi skjølum á teldupost starv@ssh.fo í seinasta lagi tórsdagin 4. juni 2026.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús.