Talgild Heilsa Logo Hor Pos

Chief Architect til Talgild heilsa

Hevur tú hug at mynda framtíðar heilsuverkið í Føroyum?

Talgild Heilsa leitar eftir einum Chief Architect, sum fær fakliga ábyrgd av samlaða arkitektatinum í nýggju heildarloysnini til føroyska heilsuverkið, VITA, og tilhoyrandi komponentum.

Um starvið

Sum Chief Architect verður tú partur av programmskrivstovuni og hevur ein lyklaleiklut í at sniðgeva, menna og tryggja eina haldføra og framtíðartrygga heilsuloysn, sum ikki bert er ein KT skipan, men ein transformatión og talgildan av øllum tí føroyska heilsugeiranum. Tú arbeiðir tætt saman við leiðslu, verkætlanarleiðarum, fakfólki og veitarum.

Høvuðsuppgávur

  • Sniðgeva og menna yvirskipaða arkitektur fyri skipanir og loysnir
  • Tryggja samsvar millum strategi, tøkniligar loysnir og kliniskar tørvir
  • Skjalfesta arkitektur, integratiónir og tøkniligar avgerðir
  • Ráðgeva og samskipa við áhugabólkar tvørtur um organisatiónina
  • Luttaka í útboði, sáttmálasamráðingum og verksetan

Vit vænta

  • Royndir við arkitekturi frá kompleksum KT-verkætlanum
  • Gott innlit í nýmótans KT arkitektur, td. integrations, cloud, microservices
  • Strategiskt yvirlit og evni at síggja heildina
  • Góð samskiftisevni og evni at samstarva við ymiskar fakbólkar

Formell krøv

  • Viðkomandi hægri útbúgving
  • Fyrimunur við royndum innan arkitektur-framework, td. TOGAF

Vit bjóða

  • Eitt spennandi starv við stórari ávirkan
  • Møguleika fyri fakligari menning
  • Arbeiði í einum virkisfúsum og tvørfakligum umhvørvi

Starvið vísir til programmleiðaran í Talgild Heilsa og er í fyrstu syftu knýtt at verkætlanini, við góðum møguleikum fyri framhaldandi leikluti eftir verksetan.

Løn og setanartreytir: Talan er um eitt fulltíðarstarv, og starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag.

Okkara visjón : Vit arbeiða við at skapa eina framtíðartryggjaða, borgaravenda talgilda loysn til føroyska heilsuverkið. Okkara mál er at stuðla undir heilsu og gera gerandisdagin lættari fyri okkara dugnaligu starvsfólk gjøgnum eina felags sjúklingajournal loysn, ið styrkir tvørgangandi samstarvið millum geirarnir í Heilsuverkinum. Visjónina fyri Sjúkrahúsverkið sært tú við at vitja okkara heimasíðu á www.sjukrahus.fo

Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við Annfinn Thomsen, programmleiðara á telefon +298 783700 ella teldupost annfinn.thomsen@talgildheilsa.fo

Freistin at søkja starvið er 04.06.26

Vinarliga søk starvið her.

 

 

 

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós