Ert tú okkara nýggi heilsurøktari?
Hevur tú hug at gerast partur av einum dugnaligum toymi, har sjúklingurin altíð er í miðdeplinum? Vit søkja eftir einum heilsurøktara til fast starv á seingjadeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi frá 1. august 2026.
Arbeiðstíðin er á brot 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna í dag- og kvøldvaktum.
Um okkum
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt vælvirkandi sjúkrahús, ið tekur imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Vit eru áleið 130 starvsfólk í 24 ymiskum fakbólkum.
Seingjadeildin er ein fjølbroytt deild við 20 seingjarplássum. Her eru bæði skurð- og heilivágs-sjúklingar, umframt akutt móttøka. Tú verður partur av einum starvsbólki á umleið 30 starvsfólk. Sum heilsurøktari hjá okkum fært tú eisini eitt tætt samstarv við hinar deildirnar á sjúkrahúsinum.
Vit ímynda okkum, at tú
• setir tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
• hevur hug og vilja til at mennast fakliga saman við okkum
• hevur góð tvørfaklig samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
• kennir ábyrgdarkenslu av at skapa góðan trivna á deildini
• hevur prógv og góðkenning sum heilsurøktari
• hevur telduførleika – vit nýta Cosmic.
Vit kunnu bjóða tær
• eitt avbjóðandi, áhugavert og fjølbroytt starv
• arbeiðssamar og dugnaligar starvsfelagar
• mennandi uppgávur har gerandisdagurin ikki altíð er eins
• skipaða innleiðslu.
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Vilt tú vita meira, so ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Lisbet Jacobsen, deildarleiðara, á tlf. 34 33 00 ella á lisbet@ssh.fo.
Ljóðar hetta sum nakað fyri teg?
So gleða vit okkum at fáa tína umsókn við viðkomandi skjølum á teldupost starv@ssh.fo í seinasta lagi tórsdagin 4. juni 2026.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús.