Læknaskrivari til Landssjúkrahúsið/Medisinski depilin
Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir læknaskrivara til fast starv fulla tíð at byrja 1. august 2026 ella eftir nærri avtalu.
Visiónin hjá Landssjúkrahúsinum er at veita sjúklingum eina góða heilsutænastu á høgum fakligum støði. Framtíðarmyndin er, at sjúklingurin er í miðdeplinum, og at Landssjúkrahúsið skal menna og útbúgva starvsfólkini til hesa uppgávuna, so at samfelagið fær ágóðan av okkara virksemi.
Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um vanligar læknaskrivarauppgávur, telefonavgreiðslu, luttøku á konferensum, samskipan av virkseminum í ambulatorium o.a.
Læknaskrivararnir á Medisinska deplinum arbeiða við serøkjunum kardiologi, lungasjúkur, neurologi, nefrologi, reumatologi, endokrinologi, diabetes, gastroenterologi, onkologi, hæmatologi, dermatologi og infektiónsmedisin.
Førleikakrøv:
- Útbúgving sum læknaskrivari
- Fleksibilitet og áhuga í tvørfakligum samstarvi
- Góðan telduførleika
- Góð samstarvsevni, verða tænastuhugað/ur og tola skiftandi arbeiðsuppgávur
Vit kunnu bjóða tær:
- eitt áhugavert arbeiðsøki undir støðugari menning
- eitt tvørfakligt samstarv við serlæknar, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, fysioterapeutar, ergoterapeutar o.o.
- Møguleika fyri fakligari- og persónligari menning
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið
Nærri upplýsingar um starvið fæst við at venda sær til leiðandi læknaskrivara, Heidi á Høvdanum Andreasen á tlf. 304500, lokal 6077.
Umsóknarfreistin er 21. juni 2026 á midnátt.
Umsókn við prógvi og CV skal sendast til her.
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til samrøðu.
Á heimasíðuni www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”