24 Læknaskrivarar 13

Søkt verður eftir læknaskrivara/skrivara til Eygnadeildina á Landssjúkrahúsinum

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum lýsir eftir einum skrivara til Eygnadeildina, til farloyvistarv á brøki 0,9 at byrja skjótast gjørligt. 

Eygnadeildin virkar undir Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum og á deildini starvast 3 eygnalæknar, 5 sjúkrarøktarfrøðingar og 3 skrivarar.

Vit leggja dent á gott samstarv og hugna í tí dagliga

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Móttøka og skráseting av sjúklingum
  • Samskifti við sjúklingar og onnur
  • Avgreiðsla av teldupostum, bóka tíðir og annað
  • Skriva journalir
  • Tætt samstarv við hinar fakbólkarnar á deildini

Skipanir, ið verða nýttar, eru Cosmic, Mirsk, Outlook og word.

Førleikar

  • Viðkomandi útbúgving, so sum læknaskrivara, skrivstovufólk ella líknandi
  • Arbeiðir á ein skipaðan hátt og hevur gott yvirlit
  • Arbeiðir sjálvstøðugt og tolir skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Ert tænastusinnað/ur og hevur góð samstarvsevni
  • Hevur góðan málsligan førleika
  • Hevur góðan telduførleika
  • Royndir innan økið er ein fyrimunur

Vit kunnu bjóða

  • Felags innleiðslu og upplæring
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfelagum
  • Fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

  • Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Malan Holm, eygnalækni,teldupost:malho@ls.fo

Umsóknarfreistin er 21. juni 2026.

Søk starvið her

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til møguliga samrøðu. Á okkara heimasíðu www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni “um stovnin”.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós