21 Rannsóknarstovananalysa 18

Bioanalytikarar til Diagnostiska depilin

Diagnostiski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir bioanalytikarar til Rannsóknarstovuna. Talan er um:

Fulltíðarstarv til setan 1. mars, ella eftir nærri avtalu.

Barsilsvikariat frá 1. mars 2026 til 28. februar 2027, ella eftir nærri avtalu. 

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna við vaktskyldu.

Sjúkrahúsið og deildin

Á Landssjúkrahúsinum arbeiða eini 1100 starvsfólk, harav umleið 35 eru staðsett á Rannsóknarstovuni.

Rannsóknarstovan umfatar fleiri rannsóknarstovuserøki/umráði, harav er biokemi er størst, og ger umleið 1,2 mió. analysur árliga. 

Rannsóknarstovan tekur blóðroyndir og EKG á innløgdum og ambulantum sjúklingum, sum verða ávístir frá sjúkrahús- og kommunulæknum. Deildin samstarvar við rannsóknarstovur innan- og uttanlands.

Arbeiðsuppgávur
Tínar arbeiðsuppgávur verða í høvuðsheitum innan biokemi, immunologi og blóðbanka, har blóðroyndartøka og EKG inngongur sum dagligur partur av arbeiðinum. Tú ert við í vaktartoyminum, sum hevur vaktir á deildini og tilkallivakt frá heiminum.

Um teg
Tú ynskir at arbeiða sum bioanalytikari, og geva títt íkast til deildina, bæði fakliga og sosialt.

Rannsóknarstovan umfatar:

  • Biokemi
  • Immunulogi og blóðbanka
  • Mikrobiologi
  • Patologi
  • Nuclearmedisin
  • Neurofysiologi
  • Screeningsein

Krøv til umsøkjarar:

  • Bioanalytikaraútbúgving (danska autorisatión)
  • Góðan hugburð og tvørfaklig samstarvsevni
  • Miðlan av vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt starv
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Bioanalytikarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna við vaktskyldu (vakt á deildini og tilkall úr heiminum).

Umsóknarfreistin er tann 16. februar 2026

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Biritu K. Samuelsen, funktiónsleiðara, birje@ls.fo, tel +298 304500, lokal 5601.

Vinarliga søk starvið her. 

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós