Suðuroyar Sjúkrahús2025 (1)

Frítíðaravloysarar til Suðuroyar Sjúkrahús

Suðuroyar Sjúkrahús søkir eftir frítíðaravloysarum fyri:

•    sjúkrarøktarfrøðingar á seingjadeildini í tíðini 1. juni – 30. august
•    sjúkrarøktarfrøðingar á skurðdeildini í tíðini 1. juli – 23. august
•    anæstesisjúkrarøktarfrøðingar í tíðini 1. juli – 21. august
•    radiografar í tíðini 1. juli – 7. august
•    læknaskrivarar í 22. juni – 14. august  
•    bioanalytikarar í tíðini 22. juni – 16. august 
•    starvsfólk til sjúkraflutningstænastuna í juni, juli og august
•    starvsfólk á vaskarínum í juni, juli, august og september
•    reingerðarfólk á ymsu deildunum í juni, juli, august og september
•    køkshjálparar í tíðini 27. juli – 23. august.

Skrivlig umsókn við CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til starv@ssh.fo

Umsóknarfreist: 12. februar 2026.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Tú lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús her og um okkara visjón, missión og strategimál her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós