L32

Sjúkrarøktarfrøðingur til skurðgongini, Skurðdepilin

Ert tú okkara nýggi starvsfelagi? Hevur tú áhugað fyri sjúkrarøkt innan skurðviðgerðir, har tú raðfestir høga dygd? Hevur tú hug at arbeiða á einari deild við royndum og ídnum starvsfelagum, so er hetta starvið júst nakað fyri teg.

Skurðgongin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til setan 01.04.2026. Talan er um eitt 1 ára upplæringsstarv, á brøk 1,0. 

Á Skurðgongini starvast 14 skurðsjúkrarøktarfrøðingar, 5 sjúkrarøktarfrøðingar í endoskopieindini og 3 sterilassistentar. Skurðgongin hevur 6 skurðstovur, 2 endoskopistovur og sterilsentral. Okkara sergreinir eru ortopedi, alm. kir., gynækologi og urologi. Í endoskopiini verður tikið ímóti ambulantum og innløgdum sjúklingum til kanningar og viðgerðir, sergreinir innan endoskopi eru; koloskopi, gastroskopi, ERCP o.a. Í sterilsentralinum vera øll instrumentir endurviðgjørd til allar skurðviðgerðir.

Dentur verður lagdur á:

  • Sjúkrarøktarfakligan áhuga og/ella royndir innan skurð
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Áhuga og ábyrgd fyri egnari fakligari menning
  • Opið og jaligt sinnalag
  • Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað í bólkinum
  • Trívist í einum skiftandi arbeiðsumhvørvi 
  • Telduførleiki (serliga er kunnleiki til Cosmic ein fyrimunur)

Vit kunnu bjóða:

  • Felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum
  • Eina skipaða einstaklinga innleiðslu á deildini, við 2 kontakpersónum
  • Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • Fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar
  • Ávirkan á fakliga menning og dygdarmenning á deildini

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Guðrun Setberg Lindenskov, deildarleiðara, tlf. 304500, lokal 5200, gudli@ls.fo ella til Elin Vitalis, depilsleiðara, lokal 5102, elivi@ls.fo

Umsóknarfreistin 22.02.2026 kl. 24, setunarsamrøður vera í viku 9.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.

Vinarliga søkk starvið her. 

 

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

 

 

 

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós