Røntgendeildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi søkir eftir radiografi
Røntgendeildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi søkir eftir radiografi, til summarfrítíðarstarv frá 01.06.2026 til 31.08.2026. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, við tilkallivakt frá heimi.
Røntgendeildin ger hesar kanningar:
• Konventionellar røntgenkanningar
• MR-skanningar
• ESWL viðgerðir
Førleikar:
• Prógv og góðkenning sum radiografur
• Góð samstarvsevni
Vit bjóða:
• Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við ymiskum uppgávum
• Fakliga mennandi
• Positivt tvørfakligt samstarv.
.
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar/Radiografar í Føroyum.
Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til deildarleiðaran á røntgendeilidni, Hera Olsen, tlf.nr 454545 lokal 4011, ella umvegis mail: heriol@ks.fo.
Umsókn, saman við avriti av prógvi, autorisation og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo.
Umsóknarfreistin er tann 18.02.2026.
Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Klaksvíkar Sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.