L32

Børn og Ung Somatik søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum til summarfrítíðarstørv

Børn og Ung Somatik á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum til summarfrítíðarstørv frá 01.06.2026 til og við 31.08.2026.

Eindin Børn & Ung Somatik er fyri børn upp til 18 ár og umfatar:

  • Akuttmóttøku av børnum og ungum til útgreinan og viðgerð
  • Seingjadeild, har børn kunnu vera innløgd
  • Neonataleind fyri sjúkar nýføðingar og ov tíðliga fødd børn
  • Ambulatorii, har børn koma til viðtalu hjá lækna ella sjúkrarøktarfrøðingi

Viðgerð og røkt til børnini í eindini verður gjørd í tøttum tvørfakligum samstarvi við fakbólkarnar, sum eru knýttir at eindini. Tikið verður móti børnum úr øllum landinum og innan allar somatiskar sergreinar, og eindin samstarvar eisini við onnur sjúkrahús og stovnar, heima og uttanlands. Nógv ambulant virksemi fer fram í dagtímunum.

Arbeiðsuppgávur eru í høvuðsheitum:

  • Útinnan av sjúkrarøkt, viðgerð innan sergreinarnar og samskipa sjúklingagongdirnar hóskandi til tann einstaka sjúklingin
  • Leiða, útinna, miðla og menna sjúkrarøktina á økinum m.a. við at vera aktivt luttakandi í mun til at leita fram nýggjastu vitan
  • Virka fyri, at barn og foreldur, uttan mun til sjúkuavgerð, koma væl ígjøgnum uppihaldið á eindini.

Dentur verður lagdur á:

  • Prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Dirvi, góð samstarvsevni og fleksibilitet
  • Fakligan áhuga innan økini
  • Evni til skjótt at skapa yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt
  • Eitt opið og jaligt sinni
  • Góðan telduførleika

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Herdis Ludvig, funktiónsleiðara, á tlf. 305950 ella t-post herlu@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 03.03.2026

Vinarliga søk starvið her. 

 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál. 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.    

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum. 

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós