Klaksvíkar Sjúkrahús - Starvsfólk til reingerð
Søkt verður eftir einum starvsfólki til fast starv, áljóðandi 28 tímar um vikuna, til setan skjótast gjørligt.
Starvið er á Tænastudeildini, meðan starvsstaðurin er á skurðgongini, KS 2. Starvið fevnir um reingerð á deildini gerandisdagar, tó kunnu broytingar koma fyri, alt eftir aktiviteti á deildini.
Vit vænta, at tú:
• hevur royndir við reingerð
• hevur góðan røkjuskap og gongur høgt upp í reinføri
• kann arbeiða sjálvstøðugt
• ert fleksibul í mun til at tilpassa arbeiðsuppgávurnar til annan aktivitet
• ert fleksibul við tíð, summir dagar kunnu verða langir
• ert jalig/ur og tænastusinnað/ur.
Vit bjóða:
• eitt fjølbroytt starv saman við góðum starvsfelagum
• ein skiftandi arbeiðsdag í einum góðum og skipaðum umhvørvi
• innleiðslu og upplæring.
Vilt tú vita meira um starvið?
Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Karlu Victorsdóttir Joensen, deildarleiðara á Tænastudeildini, á teldupost: karvj@ks.fo ella telefon: 235470.
Tín umsókn og løn
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum hjá Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.
Umsókn og CV skal sendast til umsokn@ks.fo. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Umsóknarfreistin er 26.02.2026.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa meira um Klaksvíkar Sjúkrahús.