KT Support lærlingur til Landssjúkrahúsið
Hevur tú áhuga fyri KT og tøkni, og ert tú forvitin eftir at læra nýtt - samstundis sum tær dámar at hjálpa fólki? So er hetta læruplássið fyri teg.
KT-deildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum KT Support lærlingi; einum ágrýtnum persóni, sum hevur stóran áhuga í KT og ynskir at læra í einum góðum og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi, og vil verða partur av einum arbeiðsplássi, har arbeiðið ger mun - hvønn dag. Starvið er við setan skjótast til ber.
Um KT-deildina
Sum KT Support lærlingur verður tú partur av KT-deildini á Landssjúkrahúsinum. Deildin veitir KT-tænastur til alt Sjúkrahúsverkið. Á KT-deildini starvast í dag 9 fólk, og vit arbeiða tætt saman við øðrum deildum.
Tú fert at fáa eina fakliga spennandi og mennandi lærutíð, saman við dugnaligum og hjálpsomum starvsfelagum, í einum umhvørvi, har tøkni og menniskju eru í miðdeplinum.
Lærutíðin fevnir um bæði praktiska læru á Landssjúkrahúsinum og skúlagongd í Danmark. Les meir um útbúgvingina her (møguliga kann skúlagongdin verða í Føroyum).
Um útbúgvingina
Sum lærlingur luttekur tú í dagliga arbeiðnum á deildini, har uppgávurnar m.a. eru:
- Brúkaratænasta og support til starvsfólk
- Uppseting og klárgering av teldum, telefonum og øðrum KT-tólum
- Feilfinning og rætting av vanligum KT-trupulleikum
- Umsiting av brúkarum, atgongdum og útgerð
- Grundleggjandi arbeiði við neti, servarum og KT-trygd
Uppgávurnar verða lagaðar eftir førleikum og menning, so tú stigvíst lærir meira og fær størri ábyrgd.
Vit ynskja, at tú
- Hevur áhuga fyri KT og tøkni
- Ert fyrikomandi, álítandi og tekur ábyrgd
- Ert forvitin og fús/ur at læra
- Tað er ein fyrimunur, um tú dugir at samskifta á føroyskum, donskum og enskum.
Royndir innan KT eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Vit leggja størri dent á lærufýsni, forvitni og áhuga fyri KT enn á tað, tú longu dugir. Tað týdningarmesta er, at tú hevur hug at læra og menna teg. Tað kann eisini verða ein fyrimunur um tú hevur miðnámsútbúgving.
Vit bjóða
- Eitt trygt og gott lærupláss á Føroya størsta arbeiðsplássi
- Eina skipaða og fjølbroytta læru innan KT Support
- Góðar og hjálpsamar starvsfelagar
- Fakliga og persónliga menning
- Løn og setan sambært galdandi sáttmála fyri lærlingar
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Royndartíðin er 6 mánaðir.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Bjarna Fríðberg, leiðara á KT-deildini, telefon 234689 ella t-post bjafr@ls.fo.
Umsóknarfreistin er 1. mars 2026.
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.