19 Køk 9

Føðsluatstøðari til Klaksvíkar Sjúkrahús

Dámar tær væl at arbeiða, ert vælvirkin og ynskir at gera góðan og føðslurættan mat, so er tað tær vit leita eftir.

Køkurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi søkir eftir einum føðsluatstøðara at byrja 01. mai 2026 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 36 tímar um vikuna.                                                   

Vit leggja okkum eftir at veita góða tænastu og kostrøkt til øll okkara viðskiftafólk.

Arbeiðsuppgávur eru í høvuðsheitum:

  • matframleiðsla, fyrireiking, ráðlegging og pakking
  • fremja innaneftirlit, vørumóttøka og daglig reingerð
  • borðreiða og vegleiða um máltíðirnar, ið køkurin bjóðar á seingjardeildini, tá ið tørvur er á tí.

Førleikarkrøv:

  • prógv sum føðsluatstøðingur ella líknandi kostfakliga útbúgving.
  • starvsroyndir frá stovnskøki og diætarbeiði kann vera ein fyrimunur
  • góð samstarvs- og samskiftisevni 
  • ert kreativ/-ur og dugir at síggja møguleikar

Vit bjóða:

  • ein fakligan spennandi gerandisdag, saman við dugnaligum og fittum starvsfelagum
  • eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri menning, nýhugsan og nýskapan
  • innleiðslu fyri nýggjum starvsfólkum, umframt upplæring á staðnum

Løn og setanartreytir smb. sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelagið.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Herdis E. Petersen, deildarleiðara í køkinum á tlf. 404583 / 404581 (mána- til fríggjadag, ímillum kl. 07.00-15.00) ella á teldupostadressu: herel@ks.fo

Umsókn, saman við CV og prógvum, skal sendast við telduposti til: umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er 17.03.26

 

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós