Ls Bygningr

Summarferiuavloysarar til Hemodialysydeildina á Landssjúkrahúsinum

Hemodialysudeildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum til summarfrítíðarstørv frá 14. Juli til 31. august 2026.

Hemodialysudeildin

Hemodialysudeildin er partur av Medisinska deplinum og virksemið er bæði á Landssjúkrahúsinum og  Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Virkisøkið er mest planlagdar viðgerðir til borgarar sum tørva Hemodialysu, men á Landssjúkrahúsinum verða eisini givnar bráfeingis dialysur eftir tørvi. 

Dentur verður lagdur á:

  • Danska autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Royndir at arbeiða við hemodialysu
  • Fleksibilitet í mun til skiftandi vaktir
  • Góðan telduførleika

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Evu Mortensen Holm, deildarleiðari, tlf. 304599 lokal 6250 ella t-post evamo@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 22. mars 2026.

Vinarliga søk starvið her.

 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál. 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.    

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum. 

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós