L32

Sjúkrarøktarfrøðingur til nýra-ambulatorium

Á medisinska deplinum er eitt starv sum sjúkrarøktarfrøðingur leyst at søkja á nýra-ambulatoriinum.. Talan er um fast starv á brøk 0,9 við vikuskiftisvaktum á seingjardeild  H1 ,Starvið verður sett 1.mai 2026 ella eftir avtalu

Um starvið
Á nýra-ambulatoriinum arbeiða vit við sjúklingum við nýrasjúkum, sum koma til kanningar, viðgerð og regluliga uppfylging. Arbeiðið fevnir um ambulanta uppfylging av sjúklingum við kroniskari nýrasjúku, umframt vegleiðing og undirvísing í peritonealdialysu. 

Arbeitt verður í tøttum samstarvi við læknar og aðrar fakbólkar við tí endamáli at tryggja góða og samanhangandi viðgerð og røkt til sjúklingarnar. Dentur verður eisini lagdur á góða sjúklingavegleiðing og at styrkja sjúklingin í at handfara egna sjúku.

Arbeiðsuppgávur

  • Móttøka og vegleiðing av sjúklingum á ambulatoriinum
  • Uppfylging av sjúklingum við kroniskari nýrasjúku
  • Vegleiðing og undirvísing í peritonealdialysu
  • Luttaka í menning og skipan av nýraskúla til sjúklingar og avvarðandi
  • Vegleiðing um lívsstíl, kost og heilivág
  • Samstarv við læknar og aðrar fakbólkar
  • Journalføring og aðrar viðkomandi fyrisitingarligar uppgávur

Vit vænta, at tú

  • Ert útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur
  • Gjarna hevur royndir innan nýraøkið ella aðra viðkomandi sergrein
  • Hevur áhuga fyri arbeiði innan serøkið og fyri sjúklingum við kroniskari nýrasjúku
  • Hevur ella hevur hug at taka viðkomandi eftirútbúgving
  • Hevur góðar samstarvs- og samskiftisførleikar
  • Dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi

Vit bjóða

  • Eitt spennandi og fjølbroytt starv
  • Gott fakligt umhvørvi og tvørfakligt samstarv
  • Møguleika fyri fakligari menning og eftirútbúgving

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til deildarleiðaran teldupost : evamo@ls.fo ella á tlf 304500 lokal 6250

Vinarliga søk starvið her.

Umsóknarfreistin er 29.03.2026

 

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

 

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós