L37

Læknaskrivari til Familjudepilin

Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum læknaskrivara til økið gynekologi og obstetrik. Talan er um eitt fulltíðarstarv við setan 1. mai 2026 ella skjótast til ber.

Um Familjudepilin
Familjudepilin er skipaður í fýra klinisk fokusøki, Barnakonueind, Gynekologiskt ambulatorium, Børn & Ung Somatikk og Børn & Ung Psykiatri. Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli at stuðla undir allari tilgongdini hjá barnakonuni, barnafamiljuni, børnum og ungum frá gitnaði til barnið er 18 ár, umframt kvinnuheilsu/gynekologi. Fokus er á sjúklingagongdir og funktiónir, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað.

Arbeiðsuppgávur
Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um samskifti við sjúklingar og avvarðandi, bæði gjøgnum telefon og teldupost, skriving, visitering v.m..

Skipanir, ið verða nýttar, eru millum annað Cosmic, Mirsk, Outlook, Office pakkin og Trio.

Dentur verður lagdur á:

  • Útbúgving sum læknaskrivari
  • Royndir innan Cosmic, Mirsk, Office
  • Góðan telduførleika
  • At tú dugir væl at orða teg á føroyskum og donskum, bæði skrivligt og munnligt
  • At tú trívist við toymissamstarvi, men eisini megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • At tú trívist í einum skundmiklum gerandisdegi við nógvum arbeiðsuppgávum

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu og upplæring á deildini
  • Góðar starvsfelagar og gott samanhald
  • Eitt áhugavert arbeiðsøki í støðugari menning
  • Tvørfakligt samstarv við læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, fysioterapeutar, o.o. 
  • Møguleika fyri fakligari og persónligari menning

Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upplýsningar um starvið fáast við at seta seg í samband við leiðandi læknaskrivara Lanu Celibashi á telefon 783677 ella teldupost lanol@ls.fo.

Umsóknarfreistin er 25. mars 2026


Vinarliga søk starvið her.

 

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós