Steno Miðstøðin
Steno Miðstøðin er diabetes og endokrinologiskt ambulatorium á Medisinska deplinum. Steno Miðstøðin virkar fyri at tryggja borgarum við diabetes og øðrum hormon- og stoffskiftissjúkum bestu viðgerðina, ið kann betra um lívsgóðskuna hjá hesum borgarum. Á Steno Miðstøðini verður arbeitt við støðugum betranarátøkum, tvørgeira samstarvi og gransking. Hetta arbeiðið er lutvíst fíggjað av Novo Nordisk Fonden, og Steno Miðstøðin er ein av sjey Steno miðstøðum í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Steno Miðstøðin húsast í Útistovu (bláa bygninginum), í J.C. Svabosgøtu. Á Steno Miðstøðini starvast læknaskrivarar, sjúkrarøktarfrøðingar, dietistur og serlæknar í diabetes og endokrinologi.
Brúkarasøga
Fylg Steno Miðstøðin á LinkedIn
Ársfrásagnir
Steno Miðstøðin mennir á hvørjum ári eina ársfrásøgn fyri árið, ið er farið. Les meira ella tak niður farnar ársfrásagnir her.
Um Steno Miðstøðina - SDCF
Diabetes- og endokrinologiska ambulatoriið á Landssjúkrahúsinum lat dyrnar upp sum Steno Miðstøð 1. januar 2023. Arbeiðið á Steno Miðstøðini er lutvíst fíggjað av Novo Nordisk Fonden, og hoyrir Steno Miðstøðin til Medisinska depilin, Medisinskt ambulatorium, á Landssjúkrahúsinum. Steno Miðstøðin er ein av sjey Steno miðstøðum í Føroyum, Grønland og Danmark. Endamálið við Steno Miðstøðini er at tryggja borgarum við diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum bestu viðgerðina og at arbeiða við at fyribyrgja sjúku - og á henda hátt vera við til at økja um lívsgóðskuna hjá persónum við diabetes og øðrum hormonsjúkum í Føroyum.
Les meira um betranarátøk, tvørgeira samstarv og granskingarvirksemi her.
About Steno Diabetes Center Faroe Islands
The well established diabetes and endocrinology outpatient clinic at the National Hospital of the Faroe Islands opened its doors as "Steno Miðstøðin" on January 1, 2023.
The purpose of Steno Diabetes Center Faroe Islands is to ensure that citizens with diabetes and other endocrine diseases receive the best possible treatment and to work on disease prevention — thereby contributing to improving the quality of life for people with diabetes and other hormonal disorders in the Faroe Islands.
At Steno Miðstøðin, efforts focus on quality improvement initiatives, cross-sector collaboration, and research in addition to diabetes and endocrinological treatment.
Research into diabetes and other hormonal diseases is a core activity at Steno Miðstøðin. The research activities are organised in collaboration with the Health Research Unit within Sjúkrahúsverkið. The improvement and quality work at Steno Miðstøðin is divided into three focus areas:
1. Clinical quality improvement initiatives
2. Cross-sector collaboration, education, and skills development
3. Clinical health research
The work of Steno Miðstøðin is partially funded by the Novo Nordisk Foundation, and the center is part of the Medical Department at the National Hospital. The Steno Center is one of seven Steno centers located in the Faroe Islands, Greenland, and Denmark. Read more about the collaboration at steno.dk.
Contact us: steno@ls.fo
Samband
Deild
Steno MiðstøðinÚtistova
FO-100 Tórshavn
Vitjanartíð
Leiðandi starvsfólk
Birna Mohr Joensen, depilsleiðari, sjúkrarøktarfrøðingur Jan Rasmussen, depilsleiðari, serlækni Maria Skaalum Petersen, fyrisitingarligur granskingarleiðari, prof. Herborg L. Johannesen, funktiónsleiðari, serlækni í endokrinologi Jóhanna Andreassen, funktiónsleiðari, sjúkrarøktarfrøðingur Heidi á Høvdanum Andreasen, leiðandi læknaskrivari Barbara á Rógvi, leiðslufulltrúi og samskipari, steno@ls.fo Rókur V. Nilssen, leiðslu- og fíggjarfulltrúiHent kunning
Leiðbeining
Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.
Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.
Tel. 304500
Teldupostur: leidbeining@ls.fo
Parkering
Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.
Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.
Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar.
Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð.
Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.
Matur
Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.
Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.
Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.
Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt.
Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum.
Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30
Blómur
Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki.
Internet
Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.
Gisting
Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini. Tað sama er galdandi fyri avvarðandi.
Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4.
Les meira um Gestalonina her.

