Stenoskjáttan

​Stenoskjáttan er kt-pallur í Sjúkrahúsverkinum, sum heintar og vísir dátur frá diabetistøkni, t.d. CGM sensorum og insulinpumpum, og savnar hesar í Stenoskjáttuna. Stenoskjáttan er amboð hjá heilsustarvsfólkum á Steno Miðstøðini, ið vara av diabetesviðgerðini hjá teimum, ið hava  diabetes 1 í Føroyum. Persónar 13+ og eldri, ið hava diabetestøkni, rita inn á Stenoskjáttuna við Samleikanum.  Trýst á reyða kassan niðanfyri fyri at rita inn á Stenoskjáttuna. 

Steno Miðstøðin er partur av Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Les meira um viðgerð av tínum dátum. Hevur tú spurningar ella ivamál um Stenoskjáttuna, skriva til okkara á steno@ls.fo

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós