Soleiðis flytir tú dáta yvir í Stenoskjáttuna

Dátur verða fluttar av diabeteseindini yvir í Stenoskjáttuna við app ella teldu (kápli). Diabeteseindin kann vera CGM, BGM og/ella pumpa. Í løtuni ber bert til at kopla Dexcom sensorar og Tandem insulinpumpur til Stenoskjáttuna. Les hvussu hetta verður gjørt niðanfyri.

aftur

Flyt dáta við app

Dexcom sensorar
Neyðugt er at brúkarin hevur tikið niður Dexcom appina niður á snildtelefonina, stovnað sær ein brúkara, og hevur brúkaranavn og loyniorð til Dexcom-appina við sær til viðtaluna. Til ber eisini hjá brúkaranum at nýta Samleikan at rita inn á Stenoskjáttuna og fylgja hesi vegleiðingini.

At flyta dáta yvir við app 
1. Rita inn á Stenoskjáttuna sum brúkari ella heilsustarvsfólk Stenoskjáttan - Sjúkrahúsverkið
2. Far upp í bjálkan í erva og vel “Meira”
3.    Undir “Samansetingar” velur tú “Uppseting av samanseting”

4.    Brúkarin skal nú rita inn á Dexcom appina við brúkaranavni og loyniorði

5.    Brúkarin skal síðani geva sítt samtykki at deila sínar dátur við Stenoskjáttuna. Les meiraum Viðgerð av tínum dátum - Sjúkrahúsverkið
 
6.    Samansetingin er liðug.

Flyt dáta við kápli

Tandem insulinpumpur
Til ber at kopla dáta frá tólinum til Stenoskjáttuni við kápil frá lesara/móttakara, BGM og Tandem insulinpumpuni. Les meira um hvussu tú flytir dáta frá Tandem insulinpumpuni og yvir í Stenoskjáttuna við kápli niðanfyri.

At flyta dáta við kápli frá Tandem pumpuni og yvir í Stenoskjáttuna
1.    Rita inn á Stenoskjáttuna sum annaðhvørt starvsfólk ella borgari
2.    Far undir “Uppsending” í breddanum í erva og tak niður nýggjastu útgávuna av Stenopool Uploader
3.    Lat installatiónsfíluna upp og dagfør Stenopool Uploader
4.    Opna Stenopool Uploader
5.    Set kápulin, sum situr í telduni, í diabetestólið. Forritið finnur sjálvt pumpuna.
6.    Trýst p-talið hjá viðkomandi inn 
7.    Uppsendingin byrjar

Les meira um Viðgerð av tínum dátum - Sjúkrahúsverkið.

 

Spurningar ella ivamál

Brúkaravegleiðingin til Stenoskjáttuna er at finna í danskari og enskari útgávu við at trýsta á "Support" í breddanum í neðra, tá ið tú hevur ritað inn í Stenoskjáttuna. Hevur tú aðrar spurningar ella ivamál um Stenoskjáttuna, kanst tú venda tær til Steno Miðstøðina við at ringja til ambulatoriið í telefontíð ella skriva til steno@ls.fo.  

Les meira um Viðgerð av tínum dátum - Sjúkrahúsverkið.

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós