Ambulansuviðgeri til Sjúkraflutningstænastuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Sjúkraflutningstænastan søkir eftir einum útbúnum ambulansuviðgera at byrja 01. januar 2026. Talan er um fast starv.
Um Sjúkraflutningstænastuna:
Sjúkraflutningstænastan er ein deild við ymiskum uppgávum. Høvuðsuppgávan er at veita bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum, skaddum og rørslutarnaðum. Sjúkraflutningstænastan hevur eisini ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er inni á sjúkrahúsinum. Hetta setir stór krøv til starvsfólkini, sum mangan arbeiða undir serstøkum umstøðum.
Tað starvast 10 í Sjúkraflutningstænastuni. Deildin hevur 2 sjúkrabilar, umframt 3 bilar til onnur endamál. Túratalið er uml. 2.500 túrar árliga.
Sjúkraflutningstænastan krevur, at øll starvsfólk skulu til eina praktiska roynd í lívbjargandi arbeiði eina ferð um árið, fyri at tryggja at tænastan veitir eitt dygdargott arbeiði.
Vit vænta, at tú
• ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
• hevur virðiliga framferð, bæði yvir fyri sjúklingum, starvsfeløgum og leiðslu
• hevur góðar sosialar/menniskjaligar eginleikar
• megnar at umstilla teg og taka við nýggjum avbjóðingum
• hevur evni til at orða teg bæði munnliga og skrivliga
• tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
• hevur ein hugburð, sum stuðlar góðum trivnaði og góðum arbeiðsumhvørvi
Førleikakrøv:
• ambulansuviðgeri (danska autorisatión)
• koyrikort til bólk C
• reina revsiváttan
• góða heilsu og fysik
• dugir at miðla vitan bæði til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
• telduførleika á brúkarastøði
Vit kunnu bjóða
• felags innleiðslu og upplæring á deildini
• fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
• tvørfakligt samstarv
• ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
• eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum
Royndartíðin er 3 mánaðar.
Tey, ið verða innboðin til samrøðu, skulu hava reina revsiváttan. Samrøður og fysiska royndin verða í viku 46 í 2025.
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Meria fæst at vita um starvið við at venda sær til Allan Joensen, deildarleiðara, á telefon 232350 ella við telduposti allan@ks.fo
Umsókn saman við prógv, autorisation, lívsrrensl og møguligum viðmælum, skal sendast til umsokn@ks.fo
Umsóknarfreistin er 02. novembur 2025
Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Klaksvíkar Sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.