25 Fyrisiting 3
Landssjúkrahúsið

Fyrisitingin á Landssjúkrahúsinum

Fyrisitingin hevur ábyrgdina av fíggjarstýringini, bókhaldinum og øllum lønar- og starvsfólkaviðurskiftum á sjúkrahúsinum og veitir í hesum sambandi tænastu til sjúkrahúsleiðsluna, deildarleiðarar, starvsfólk, umframt onnur, har tørvur er á tí. Eisini verður KT-hjálp veitt starvsfólkum.

Afturat hesum hava vit Uttanlandstænastuna, sum veitir hjálp til eitt nú sjúklingar, sum skulu í viðgerð uttanlands og eisini dygd og betran, sum eru við til at betra um sjúklingagongdina.

Stjórnarskrivstovan

Stjórnarskrivstovan er ein stápseind hjá sjúkrahústjórnini, sum veitir tænastur til sjúkrahússtjórnina og restina av fyrisitingini. 

Uppgávur

  • Skrivarauppgávur fyri sjúkrahússtjórnina
  • Postur og journalur
  • Samskipan av fundarvirksemi hjá sjúkrahússtjórnini
  • Móttøka og telefonavgreiðsla
  • Bílegging av fundarhølum v.m.
  • Svarskriv og uppfylging upp á mál, sum verða viðgjørd
  • Málsviðgerð
  • Samskiftisuppgávur
  • Kæruvegleiðing  

Upplatingartíð
Mánadag-hósdag: 08:00-16:00
Fríggjadag: 08:00-15:00

Samband
Eirgargarður 13
100 Tórshavn
Tlf: +298 304592
Teldupostur: ls@ls.fo

Leiðandi starvsfólk
Steinar Eirikstoft, forstjóri

Starvsfólkadeildin

Starvsfólkadeildin hevur øll starvsfólkaviðurskifti um hendi og veitir tænastu og ráðgeving til sjúkrahúsleiðsluna, depilsleiðslur og starvsfólk. 

Uppgávur 

  • Setan og starvsfólkamál
  • Rekrutering
  • Setan
  • Í starvi
  • Starvsendi 
  • Útbúgving, skeið og menning
  • Samskipa útbúgvingar
  • Førleikamenning
  • Organisatiónsmenning
  • Starvsfólkapolitikkir
  • Ráðgeving
  • Leiðsluráðgeving 

Upplatingartíð
Mánadag-hósdag: 08:00-16:00
Fríggjadag: 08:00-15:00

Samband
Eirargarður 13
100 Tórshavn
Tlf: +298 304500
Teldupostur: hr@ls.fo

Leiðandi starvsfólk
Selma Herup
selma@ls.fo 

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin hevur ábyrgdina av fíggjarstýringini á Landssjúkrahúsinum og veitir í hesum sambandi tænastu til sjúkrahúsleiðsluna, depilsleiðslurnar umframt aðrar leiðslur har tørvur er á tí. Deildin tekur sær harumframt av málsviðgerð og ráðlegging, sum hevur samband við fíggjarlig viðurskifti. 

Upplatingartíð
Mánadag-hósdag: 08:00-16:00
Fríggjadag: 08:00-15:00 

Samband
Eirargarður 13
100 Tórshavn
Tlf: 304500

Leiðandi starvsfólk
Ingi Mittún
ingmi@ls.fo 

Bókhaldið

Bókhaldið hevur ábyrgdina av bókhaldsviðurskiftum og veitir í hesum sambandi tænastu til starvsfólk, veitarar, umframt onnur starvsfólk har tørvur er á tí.

Upplatingartíð
Mánadag-hósdag: 08:00-16:00
Fríggjadag: 08:00-15:00

Samband
Eirargarður 13
100 Tórshavn
Tlf: 304500
Teldupostur: bokhald@ls.fo 

Leiðandi starvsfólk
Marianna á Dul Fríðberg
marad@ls.fo 

Lønardeildin

Lønardeildin hevur øll lønarviðurskifti um hendi og veitir tænastu og ráðgeving til sjúkrahúsleiðsluna, depilsleiðslur og starvsfólk. 

Uppgávur

  • Lønarviðurskifti
  • Lønarútgjaldingar
  • Sáttmálatulkingar v.m.
  • Vaktplanskipanin
  • Tryggja góðar mannagongdir viðv. tímauppgerðum og lønarútgjaldinum
  • Løninnplaceringar

Upplatingartíð
Mánadag-hósdag: 08:00-16:00
Fríggjadag: 08:00-15:00

Samband
Eirargarður 13
100 Tórshavn
Tlf: 304500
Teldupostur: lon@ls.fo 

Leiðandi starvsfólk
Marianna á Dul Fríðberg
marad@ls.fo 

KT-deildin

KT-deildin tryggjar at KT-kervið er trygt og samstundis at klinikarar og starvsfólk annars fáa góða tænastu og røttu atgongd til viðkomandi skipanir, bæði heilsuskipanir og aðrar fyrisitingarligar skipanir. KT-deildin tryggjar høgt kunningarstig, samstundis sum persóns- og trúnaðar upplýsingar verða vardir.

Upplatingartíð
Mánadag-hósdag: 08:00-16:00
Fríggjadag: 08:00-15:00

Samband
Eirargarður 13
100 Tórshavn
Tlf: 304519
Teldupostur: ktskivan@ls.fo

Leiðandi starvsfólk
Bjarni Fríðberg, deildarleiðari
bjafr@ls.fo 

KT-trygd

KT-trygd hevur ábyrgdina av øllum datatrygdarviðurskiftum og veitir í hesum sambandi tænastu til stjórn, depils- og deildarleiðarar, starvsfólk, veitarar, yvirvaldið, borgarar umframt onnur viðskiftafólk.

Uppgávur

  • Skipan av kunningartryggleikaverju (informationssikkerhedsbeskyttelse)
  • Eyðmerking og váðameting (Risk Assessment)
  • Seta í verk trygdartiltøk
  • Handfaring av trygdarbrotum (Incident Response)
  • Tilvitska og vegleiðing
  • Handfaring av viðkvæmum upplýsningum
  • Evna til politikkir og mannagongdir
  • Eftirlit og grannskoðan
  • Eftirmeting og betring av tryggleikaváða
  • Tilbúgvingarráðlegging
  • Samband við myndugleikar 

Upplatingartíð
Mánadag-hósdag: 08:00-16:00
Fríggjadag: 08:00-15:00

Samband
Eirargarður 13
100 Tórshavn
Tlf: 304500
Teldupostur: kttrygd@ls.fo 

Leiðandi starvsfólk
Jens Godik Højen
jengo@ls.fo 

Dátuverndarfólk (DPO)

Sjúkrahúsverkið hevur eitt dátuverndarfólk (DPO), sum hevur ábyrgd fyri at tryggja at Sjúkrahúsverkið heldur galdandi dátuverndarlóg, sundhedslov og persónsdáta hjá borgarum. DVF virkar sum kontaktpunkt í spurningum viðvíkjandu dátuverju og samstarvar við ovastu leiðslu í sambandi við innføring av dátuverndarpolitikkum.

Dátuverndarfólk (DPO)
Jens Christian Olsen
jco@eirin.fo
+298 784070

 

Samband

Deild

Fyrisitingin á Landssjúkrahúsinum

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini ella kann takast við heim.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt omaná. Sí dagsins rætt her.
Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 og 13:00.

Salat barr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salat barrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Upp- og afturlatingartíðir
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós