30 KT Deild 9

Samskipari til Starvsfólkadeildina á Landssjúkrahúsinum

Hevur tú góð skipanarevnir og dugir væl at samskifta? So er hetta starvið kanska nakað fyri teg!

Landssjúkrahúsið søkir eftir einum starvsfólki til hálvtíðarstarv at starvast saman við verandi samskipara fyri útbúgving av yngri læknum. Talan er um eitt fjølbroytt og samfelagsliga týdningarmikið starv, sum hevur við sær at samskipa og fyrisita læknaútbúgvingarforløbini, frá KBU til høvuðsútbúgving, hjá læknum á Landssjúkrahúsinum.

Starvsbyrjanin er 1. september 2025 ella eftir nærri avtalu. 

Høvuðsuppgávur

  • Fyrireika og fylgja upp uppá KBU, intro- og høvuðsútbúgvingarstørv í almen medisin í tøttum samstarvi við Útbúgvingarnevndina og útbúgvingarsamskipara
  • Fyrisiting av útbúgvingarstørvunum, lýsing, setanarnevndir, samskifti við Region Øst og Sundhedsstyrelsen
  • Ráðgeving og samband við yngri læknar, kommunulæknar, depilsleiðarar, KT, fíggjardeild v.m.
  • Skráseting í skipanum og dagføringar
  • Arbeiða við hagtølum yvir størvunum, og er tað ein fyrimunur, at tú dugir væl við Excel
  • Praktisk fyriskipan av skeiðum
  • Skrivari í Útbúgvingarnevndini
  • Fráboðanir og dagføring av lønarviðurskiftum, samsýningum og flytingum
  • Journalisering.

 Vit vænta, at tú

  • Hevur útbúgving innan fyrisiting, samskipan, skrivstovu ella líknandi
  • Er væl skipað/ur og dugir at hava yvirblikk
  • Er sjálvstøðug/ur, álítandi og dugir at arbeiða í fjølbroyttum umhvørvi
  • Hevur góðan teldukunnleika
  • Hevur góðan samstarvsvilja og evni at samskifta greitt, bæði á føroyskum og donskum

 Vit bjóða tær

  • Eitt spennandi starv
  • Tætt samstarv við ymisk fakfólk og deildina
  • Eitt fjølbroytt arbeiðsumhvørvi
  • Møguleika fyri menning.

 Um Starvsfólkadeildina

Tú kemur at starvast á Starvsfólkadeildini á Landssjúkrahúsinum. Á deildini starvast í løtuni sjey starvsfólk innan HR, samskipan av útbúgving og løgfrøði. Vit leggja stóran dent á at skapa eitt trygt og stimbrandi arbeiðsumhvørvi, har samstarv, virðing og faklig menning eru í hásæti. Tú verður ein partur av einum dugnaligum og hugagóðum toymi, sum dagliga arbeiðir við at stuðla og menna kjarnuvirksemið á sjúkrahúsinum.

Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fást við at venda tær til Helena Skaalum Mikkelsen, samskipara, tel. 234593, teldupost: helena.skaalum.mikkelsen@ls.fo
Selmu Herup, starvsfólkaleiðari, tel. 286863, teldupost: selma@ls.fo

Umsóknarfreistin er hósdagin 14. juli 2025.

Vinaliga søk starvið her

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.  

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós