Farloyvisstarv sum samskiftisfulltrúi til Stjórnarskrivstovuna á Landssjúkrahúsinum
Hevur tú áhuga fyri samskifti og miðlan, og hevur tú eyga fyri tí estetiska í máli og búnaði? Trívist tú í einum livandi umhvørvi, har tú sleppur at mynda eitt av Føroya størstu arbeiðsplássum?
Landssjúkrahúsið sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum samskiftisfulltrúa til Stjórnarskrivstovuna.
Talan er um eitt farloyvisstarv fyri samskiftisfulltrúa í barnsburðarfarloyvi, og er starvið fulla tíð við setan 01.08.2025 ella eftir avtalu og eitt ár fram.
Í starvinum hevur tú eitt nú ábyrgdina av at miðla tíðindi og kunningartilfar hjá Landssjúkrahúsinum og Sjúkrahúsverkinum sum heild til almenningin, politiskar myndugleikar og samstarvsfelagar. Eisini kemur tú at veita ráðgeving innan samskifti til starvsfólk á Landssjúkrahúsinum og hava samskipandi leiklutir innan ymiskar samskiftisuppgávur.
Tú kemur at vera partur at Stjórnarskrivstovuni við tilvísing til sjúkrahússtjórnina á Landssjúkrahúsinum. Stjórnarskrivstovan er ein stápseind hjá Sjúkrahússtjórnini, sum veitir tænastur til sjúkrahússtjórnina og restina av fyrisitingini.
Arbeiðsuppgávur fevna m.a. um:
- Ábyrgd av heimasíðu, intraneti og kunningarskermum
- At orða tíðindaskriv og pro-aktivt at framleiða tíðindi til miðlapallar okkara
- Styrkja um samleikan á SoMe
- Grafiskar uppsetingar av faldarum og framløgum
- Myndatøka og video framleiðsla
- Gera frágreiðandi sjónbond til borgarar við online KT forritum
- Innanhýsis frálæra í talgildu miðlapallunum
- Veita ráðgeving í samskiftisuppgávum
- Samskipa størri samskiftisuppgávur
- Kunning til depilsleiðslur og øll trý sjúkrahúsini
- Ymsar ad hoc uppgávur
- Saman við starvsfeløgum á Stjórnarskrivstovuni at loysa dagligar fyrisitingarligar uppgávur, so sum ymiskar skrivarauppgávur
Vit ynskja at tú:
- hevur viðkomandi útbúgving
- hevur royndir innan samskifti
- dugir at arbeiða við processum
- dugir væl at orða teg skjótt og lætt á føroyskum
- dugir at fáa ein tekst at sita við fokus á móttakara
- hevur royndir at taka myndir og fáast við talgildar miðlar, video og appir til framleiðslu
- hevur royndir við sosialum miðlum
- ert uppsøkjandi, fyrikomandi og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
- hevur hegni at virka á einum stórum stovni við nógvum aktørum
- hevur politiskt tev
Løn- og setanartreytir eru eftir avvarðandi fakfelag.
Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Steinar Eirikstoft, forstjóra í Sjúkrahúsverkinum, á tlf. 234545 ella t-post steinar@ls.fo
Umsóknarfreistin er tann 14.07.2025.
Vinarliga søk starvið her.
Meira fæst at vita um Landssjúkrahúsið á heimasíðuni www.ls.fo.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini umframt Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Landssjúkrahúsið hevur áleið 133 sengur innan somatiska og psykiatriska økið, og samanlagt áleið 900 starvsfólk. Landssjúkrahúsið samstarvar við fleiri sjúkrahús uttanlands, og arbeiða konsulentar innan ymiskar sergreinar regluliga á sjúkrahúsinum.
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur áleið 24 sengur innan somatiska økið og samanlagt áleið 120 starvsfólk. Umframt føstu læknarnar starvast fleiri serlæknar regluliga á sjúkrahúsinum.
Suðuroyar Sjúkrahús hevur 26 seingjapláss innan somatiska økið og samanlagt hava áleið 110 starvsfólk sítt dagliga yrki á sjúkrahúsinum.