Rectangle 59 2

Fast starv sum sjúkrarøktarfrøðingur til Økispsykiatriina í Norðstreymi

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til Økispsykiatriina í Norðstreymi.  Talan er um fast starv á brøki 0,8 til setan frá 01.09.25 ella skjótast tilber aftaná tað.

Her fært tú møguleikan at vera við til at mynda okkara økispsykiatri. Í hesum økinum eru tríggir sjúkrarøktarfrøðingar, sum arbeiða saman um økið, ið fevnir um Norðurstreymin og Vágar. Vit eru í alt tólv sjúktarøktarfrøðingar í økispsykiatriska toyminum og tveir sosialráðgevar. Aðru hvørja viku møtast vit ‘andlit til andlit’ til konferensu, fakliga sparring og supervisión. Aðru hvørja viku hittast vit til fakligt forum og "stovugongd" á netinum. Vit arbeiða í tøttum samstarvi við allar fakbólkar í psykiatriini og tvørgeiraligt, so sum heimatænastu, kommunulæknar og onnur.

Psykiatriski Depilin arbeiðir eftir hugburðinum, "Samskapað psykiatri", har rehabilitering og recovery eru týdningarmikil í tilgongdini til einstaka sjúklingin.

Vit virka fyri, og í samstarvi við einstaka persónin við sálarligum avbjóðingum, at koma seg, at arbeiða við tí hann setir sær sum mál og skapa karmar, so hann hevur møguleika at liva eitt so sjálvstøðugt, virðiligt og virkið lív sum til ber. 

Starvsdagurin hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Økispsykiatriini er mest við heimavitjanum hjá borgarum og viðtalum á skrivstovuni. Vit brúka somuleiðis telefonviðtalur og viðtalur á netinum umvegis Teams.

Á Psykiatriska Deplinum arbeiða vit miðvíst við betranararbeiði eftir háttinum Quality Improvement, so vit áhaldandi kunnu menna og halda støðið á tænastu, trygd og dygd.

Hvør ert tú ?

  • Tú ert útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur.
  • Hevur royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur og helst eisini innan psykiatri
  • Tú ert sinnað/ur at læra meira um sjúklingar við psykiatriskum sjúkum 
  • Megnar at arbeiða rættuliga sjálvstøðugt.

Tú kennir teg aftur, tá vit siga, at:

Tú ert forvitin eftir at læra meira um psykiatriskar avbjóðingar. Vit eru her fyri sjúklingarnar. Teimum tørva, at vit møta teimum við yvirskoti, so tey kunnu fáa ein tryggan gerandisdag aftur. Tú møtir sjúklingunum og teirra lívssøgu við tolni og á rúmligan hátt og vilt bera vónina fyri tey, sum ikki megna tað sjálvi.

Tú ert ein liðleikari. Sum toymi hava vit brúk fyri styrkjunum og ymiskleikanum hjá hvørjum øðrum fyri best at koma at málinum. Tá vit skulu arbeiða tvørfakliga ,er umráðandi at tú sum starvsfelagi hevur viðring fyri øðrum starvsfeløgum og ert opin fyri íblástri frá øðrum og dugir at læra frá tær. Tú dugir at raðfesta og virka sjálvstøðugt í uppgávunum.

Er hetta tú, so er tað tær vit leita eftir.

 Hvørji eru vit ?

Tú fært nakrar dugnaligar og eldhugaðar starvsfelagar, sum brenna fyri sínum arbeiði, og sum kunnu geva tær góða innleiðslu í arbeiðið. Vit hava møguleika fyri refleksión saman við starvsfeløgum, skipaða supervisión og góðar møguleikar at mennast fakliga. Summi hava arbeitt her í mong ár, onnur eru komin seinni, men øll stremba eftir at skapa eitt gott arbeiðspláss, har vit altíð gleða okkum til næsta arbeiðsdag.

Í arbeiðnum er tað neyðugt, at tú hevur koyrikort.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Birgit Andersen, deildarleiðara, tlf. 234557,  birgit.andersen@ls.fo ella Eydnu I Lindenskov, depilsleiðara, eydna.lindenskov@ls.fo

Umsóknarfreistin er 14. juli 2025. 
Upprunaprógv fyri útbúgving, autorisatión og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.

Vinarliga søk starvið her.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni "um stovnin"

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini umframt Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Landssjúkrahúsið hevur áleið 133 sengur innan somatiska og psykiatriska økið, og samanlagt áleið 900 starvsfólk. Landssjúkrahúsið samstarvar við fleiri sjúkrahús uttanlands, og arbeiða konsulentar innan ymiskar sergreinar regluliga á sjúkrahúsinum.

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur áleið 24 sengur innan somatiska økið og samanlagt áleið 120 starvsfólk. Umframt føstu læknarnar starvast fleiri serlæknar regluliga á sjúkrahúsinum.

Suðuroyar Sjúkrahús hevur 26 seingjapláss innan somatiska økið og samanlagt hava áleið 110 starvsfólk sítt dagliga yrki á sjúkrahúsinum.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós