10 Medisinsksongjadeild 1

Heilsurøktari til songjadeildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Søkt verður eftir heilsurøktara til tíðaravmarkað starv á songjadeildini í tíðarskeiðinum 01.09.2025 ella eftir nærri avtalu til og við 10.08.2026.

Arbeiðstíðin er 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna í dag- og kvøldvaktum.

Um okkum
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt vælvirkandi nymótans sjúkrahús, ið tekur imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Her starvast áleið 120 fólk í ymiskum fakbólkum.

Seingjadeildin er ein blandað skurð- og heilivágsdeild við akuttari móttøku. Á deildini eru uml. 30 starvsfólk og 20 seingjapláss. Sum heilsurøktari á seingjadeildini hevur tú eisini tætt samstarv við aðrar deildir á sjúkrahúsinum.

Vit vænta at tú
• setir tørvin hjá sjúklingunum í hásæti 
• hevur hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleikum
• hevur góð tvørfaklig samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
• kennir ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
• hevur prógv og góðkenning sum heilsurøktari 
• hevur telduførleika – vit nýta Cosmic.

Vit bjóða
• ein avbjóðandi, áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað 
• arbeiðssamar og dugnaligar starvsfelagar
• mennandi uppgávur har gerandisdagurin ikki altíð er eins
• skipaða innleiðslu.

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Lisbet Jacobsen, deildarleiðara á tlf. 34 33 00 ella teldupost lisbet@ssh.fo.

Umsókn við CV skal sendast til starv@ssh.fo í seinasta lagi mánadagin 21. juli 2025.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós