24 Læknaskrivarar 7
Landssjúkrahúsið

Læknaskrivarar á Medisinska deplinum

Læknaskrivarastarvið fevnir um fleiri ymiskar og spennandi uppgávur, og er gerandisdagurin tí fjølbroyttur. 

Læknaskrivaratoymið á Medisinska deplinum fevnir um 14 læknaskrivarar og 3 skrivarar, ið eru knýttir at teimum trimum medisinsku seingjardeildunum og teimum 14 medisinsku ambulatoriunum.

Heidi á Høvdanum Andreasen er leiðandi læknaskrivari á Medisinska deplinum.

Um læknaskrivarastarvið
Læknaskrivarastarvið er í støðugari menning. Uppgávurnar hjá læknaskrivarunum fevna um:

  • At syrgja  fyri, at ávísingar, sum læknin hevur visiterað, verða skrásettar rætt, og bíleggur tað, sum læknin ordinerar, og sendir innkallingar 
  • At bíleggja blóðroyndir, gevur nýggjar tíðir o.a. sum kann lætta um hjá læknunum og sjúkrarøktarfrøðingum
  • At skriva notatir fyri læknan, syrgir fyri at diagnosan er rætt skrásett, samskipar kanningar og viðgerðir. 
  • At fáa svar upp á kanningar o.a. til rætta viðkomandi.
  • At dagføra journal og ger klárt til at sjúklingurin kemur til kanning ella viðgerð.
  • At senda skjøl til stovnar, tryggingar o.a.
  • At tosa við sjúklingar og avvarðandi.
  • At samskipa sjúklingagongdir 
Telefonnummur og telefontíðir hjá læknaskrivararunum á Medisinsku ambulatoriunum

Telefonnummur og telefontíðir hjá læknaskrivararunum á Medisinsk ambulatorium:

Móttøkan G3
Tlf. 304630
Tlf. tíð er 08.00 - 14.00

Lungamedisinskt ambulatorium (lungnasjúkur)
Tlf. 304631
Tlf. tíð er 10.30 - 12.30

Neurologiskt ambulatorium
Tlf. 304632
Tlf. tíð er 10.30 - 12.30

Gastroenterologiskt ambulatorium (livur-, maga- og tarmsjúkur)
Tlf. 304633
Tlf. tíð er 10.30 - 12.30

Onkologiskt ambulatorium (krabbamein)
Tlf. 304635
Tlf. tíð er 10.30 - 12.30

Kardiologisk starvsstova (hjartasjúkur)
Tlf. 304636
Tlf. tíð er 10.30 - 12.30

Hematologiskt ambulatorium (blóðsjúkur)
Tlf. 304637
Tlf. tíð er 10.30 - 12.30

Nefrologiskt ambulatorium (nýrasjúkur og dialysa)
Tlf. 304643
Tlf. tíð er 10.30 - 12.30

Reumatologiskt ambulatorium (giktsjúkur)
Tlf. 304638
Tlf. tíð er 10.30 - 12.30

Dermatologisk ambulatorium (húðsjúkur)
Tlf. 304639
Tlf. tíð er 10.30 - 12.30

Infektiónsmedisinskt ambulatorium 
Tlf. 304649
Tlf. tíð er 10.30 - 12.30

Steno Miðstøðin (diabetes og stoffskiftissjúkur)
Tlf. 304640
Tlf. tíð er 10.30 - 12.30

 

 

 

Um Medisinska depilin

Medisinski depilin viðger intern medisinskar sjúkur og tekur sær av viðkomandi kanningum. Á Medisinska deplinum eru serøkini hjartasjúkur, lungnasjúkur, heilabløðing, heilatøppar og sjúkur í nervalagnum, nýrasjúkur, giktasjúkur, stoffskiftissjúkur, diabetes, maga- og tarmsjúkur, krabbameinssjúkur, blóðsjúkur, húðsjúkur og infektiónsmedisin. Medisinski depilin fevnir um tríggjar medisinskar seingjardeildir, medisinskt ambulatorium og eina fyrisitingarliga eind. 

Á Medisinska deplinum starvast áleið 200 starvsfólk. Leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur, Birna Mohr Joensen, og leiðandi yvirlækni, Jan Rasmussen, mynda í felag depilsleiðsluna á Medisinska deplinum.

Um Medisinska depilin

Medisinski depilin viðger intern medisinskar sjúkur og tekur sær av viðkomandi kanningum. Á Medisinska deplinum eru serøkini: hjartasjúkur, lungnasjúkur, heilabløðing, heilatøppar og sjúkur í nervalagnum, nýrasjúkur, giktasjúkur, stoffskiftissjúkur, diabetes, maga- og tarmsjúkur, krabbameinssjúkur, blóðsjúkur, húðsjúkur og infektiónsmedisin. Medisinski depilin fevnir um tríggjar medisinskar seingjardeildir, medisinskt ambulatorium og eina fyrisitingarliga eind. 

Á Medisinska deplinum starvast áleið 200 starvsfólk. Leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur, Birna Mohr Joensen, og leiðandi yvirlækni, Jan Rasmussen, mynda í felag depilsleiðsluna á Medisinska deplinum.

Samband

Deild

Læknaskrivarar á Medisinska deplinum
J.C. Svabosgøta 41-49
FO-100 Tórshavn

Leiðandi starvsfólk

Heidi á Høvdanum Andreasen , leiðandi læknaskrivari

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini ella kann takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 og 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós