12 Psykiatriinvaksin 2
Landssjúkrahúsið

Økispsykiatri

Økispsykiatri er ein partur av Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, ið arbeiðir við psykiatri í nærumhvørvinum, til fólk við sálarligari órógv.

Vit veita ambulant viðgerðartilboð til vaksin, og virka mánadag - fríggjadag millum kl. 08.00 - 16.00.

Høvuðsuppgávan er at hjálpa fólki við sálarsjúkum so sum, skizofreni, øðrum psykosum, bipolerari sjúku, tungum depressiónum og svárum ótta.

Ávísing til viðgerð

Tey, ið fáa Økispsykiatri í boðið, skulu ávísast, antin frá egnum kommunulækna, ella sum framhaldandi viðgerð frá Psykiatriska deplinum.

Ert tú 18 ár og eldri, kanst tú seta teg í samband við egnan lækna, ið kann senda ávísing til Psykiatriska Depilin.

Hevur tú verið innlagdur á psykiatriska deplinun, ella er knýttur at aðrari ambulantari viðgerð, kann ábyrgdarhavandi lækni ávísa til Økispsykiatriina.

Vit veita
  • Stuðul til at skipa dagin
  • Stuðlandi samrøður
  • Kognitiva terapi
  • Undirvísing í tínari sjúku
  • Uppfylgjan av heilivágsviðgerð
  • Sosial førleikavenjing
  • Fyribyrgja afturstig og arbeiða við heilsufremjan
  • Og annað í samráð við teg
Samstarv

Vit hava tætt samstarv við psykiatara, umframt samstarv við aðrar fakbólkar á psykiatriska deplinum.

Við loyvi frá tær, kunnu vit eisini samstarva við m.a. 

  • Almannaverkið
  • Kommunulæknar
  • Heilsu og umsorganartænastur
  • Gigni, og onnur

Ynskiligt er at samstarva við avvarandi. Avvarandi kunnu vera familja, vinir ella onnur menniskju, ið kunnu stuðla tær í at gjøgnumføra viðgerðina

Økispsykiatri Norðoyggjar

Økispsykiatriin í Norðoyggjum heldur til á Læknamiðstøðini við Sandin, Nólsoyar Pálsgøta 32, 700 Klaksvík.

Starvsfólk eru:

Maiken A. Høgnesen, sjúkrarøktarfrøðingur, fartelefon: 234576, teldupostur: maiho@ls.fo 

Randi G. Berg, sjúkrarøktarfrøðingur, fartelefon: 234577, teldupostur: ranhan@ls.fo 

Økispsykiatri Eysturoy

Økispsykiatriin í Eysturoy heldur til í niðaru hæddini á Læknamiðstøðini, Mýravegur 4, Runavík.

Starvsfólk eru:

Katrin W. Feilberg, sjúkrarøktarfrøðingur, fartelefon: 234575, teldupostur: katfe@ls.fo 

Morid Johannesen, sjúkrarøktarfrøðingur, fartelefon: 234671, teldupostur: lsmorjo@ls.fo

Økispsykiatri Norðstreymoy/Vágar

Økispsykiatriin Norðstreymoy/Vágar heldur til á Hornavegur 19, Oyri

Starvsfólk eru:

Gurið Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur, fartelefon: 234578,teldupostur: gurpe@ls.fo  

Joan Danberg, sjúkrarøktarfrøðingur, fartelefon: 234672, teldupostur: lsjoada@ls.fo 

Rúna Rodmundsdóttir, sjúkrarøktarfrøðingur, fartelefon: 234670, teldupostur: runro@ls.fo 

Økispsykiatri Suðurstreymoy/Sandoy

Økispsykiatriin Suðurstreymoy/Sandoy heldur til á Eiragarður 19, Tórshavn

Starvsfólk eru:

Anna Simonsen, sjúkrarøktarfrøðingur, fartelefon: 234574, teldupostur: lssansi@ls.fo

Angela Welby, sjúkrarøktarfrøðingur, fartelefon: 234679, teldupostur: angmo@ls.fo 

Valborg Sørensen, sjúkrarøktarfrøðingur, fartelefon: 234579, teldupostur: valso@ls.fo

Randi Borðoy, sjúkrarøktarfrøðingur, fartelefon: 234669, teldupostur: ranbo@ls.fo 

Økispsykiatri Suðuroy

Økispsykiatriin Suðuroy heldur til á Heilsumiðstøðini í Vági, Vágsvegur 77, Vágur.

Starvsfólk eru:

Anna Maria úr Hørg Niclasen, sjúkrarøktarfrøðingur, fartelefon: 234668, teldupostur: annnc@ls.fo

Annika Magnussen, sjúkrarøktarfrøðingur, fartelefon: 234667, teldupostur: annsm@ls.fo 

Samband

Deild

Økispsykiatri
P50 Eiragarður 19

Leiðandi starvsfólk

Ragnar Djurhuus Hammer , Yvirlækni, Funktiónsleiðari Ambulant vaksin og Økispsykiatri
Birgit Andersen , Sjúkrarøktarfrøðingur, Funktiónsleiðari Ambulant vaksin og Økispsykiatri
lsbiran@ls.fo
Randi Borðoy , Sjúkrarøktarfrøðingur, Varaleiðari Ambulant vaskin og Økispsykiatri
ranbo@ls.fo

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini ella kann takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 og 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós