Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi er ein tænastudeild, sum ger kanningar av innløgdum og ambulantum borgarum, eftir ávísing frá lækna.
Á Rannsóknarstovuni eru tríggjar sergreinar: klinisk biokemi, klinisk mikrobiologi og klinisk immuologi/blóðbanki.
Blóðgevar verða tappaðir á Rannsóknarstovuni mánadagar.
Blóðroyndir verða tiknar heima hjá borgarum onsdagar eftir tørvi.
Blóðroyndir verða tiknar á Heilsumiðstøðini í Vági týsdagar og tórsdagar kl. 9.00 -11.00.
Umframt blóðroyndir, verða elektrodiagram ella EKG tikin á rannsóknarstovuni.
Klinisk biokemi
Klinisk biokemi ger kannignar innan: Hematologi, biokemi - og immunokemi, umframt koagulatión og aðrar smáanalysur.
Flestu kanningar verða gjørdar av blóði, men eisini annað tilfar so sum land, fæces, sáð, spinalvæta og aðrar vætur verða kannaðar.
Klinisk mikrobiologi
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi verða kanningar gjørdar av urini – dyrkan og resistensásetan. Harumframt verða potanir kannaðir fyri Influenza A og B.
Klinisk immunologi
Klinisk immunologi er sergrein, ið umfatar transfusiónsmedisin. Uppgávan er at veita blóð til teirra, ið hava tørv á tí, og at útgreina ymiskar trupulleikar í sambandi við sjúklingar, ið hava andevni móti egnum ella fremmandum blóði. Kanningar verða gjørdar av blóði frá sjúklingum, ið hava tørv á blóði beinanvegin, ella kunnu fáa brúk fyri blóði seinni, til dømis í samband við skurðviðgerð.
Tapping/blóðgoymsla: Blóðbankin hevur til uppgávu at veita tað blóð, ið tørvur er á. Fyri at røkka hesum, er altíð ein ávís mongd av blóði á goymslu. Blóðbankin tappar umleið 4 blóðgevar um vikuna.
Samband
Deild
Rannsóknarstovan á Suðuroyar SjúkrahúsiVitjanartíð
Leiðandi starvsfólk
Marit Holmmarho@ssh.fo
Hent kunning
Finn veg
Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.
Parkering
Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum.
Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.
Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.
Leiðbeiningin
Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.
Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.
Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.
Tel. 34 33 00
Teldupostur: ssh@ssh.fo
Sjúklingaskrivstovan
Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.
Tel. 34 33 00
Kantinan
Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.
Internet
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.
Seingjadeildin hevur profil á Instagram.
Tit eru vælkomin at fylgja við.
Blómur
Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.