Røntgendeildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Røntgendeildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi tekur ymiskar myndir av m.a. beinagrindini og lungum. Umframt hetta, veitir deildin eisini ESWL (steinknúsing) viðgerð fyri nýrastein, í samstarv við urolog.
Um tú skalt til kanning ella viðgerð á Røntgendeildini, er neyðugt við ávísing frá kommunulækna, sjúkrahúslækna ella serlækna.
Minst til at boða frá í móttøkuni á 1. hædd. Bíðirúmið liggur á 2. hædd, og er eitt felags bíðirúm fyri røntgen, ambulatoriið og skaðastovuna.
Skal barn títt til kanning?
Tað er týdningarmikið, at barn títt kennir seg trygt, tá ið tað skal til kanningar á Røntgendeildini, soleiðis at vit fáa gjørt eina góða kanning. Fyrireikað tí barnið væl, soleiðis at barnið veit, hvat tað kann vænta á kanningardegnum.
Víst verður til heimasíðuna hjá Odense Universitetshospital www.hcand.dk, umframt HC And appirnar, har nógv gott tilfar til børn er at finna.
Samband
Deild
Røntgendeildin á Klaksvíkar SjúkrahúsiVitjanartíð
Leiðandi starvsfólk
Heri Olsenheriol@ks.fo
Hent kunning
Finn veg og parkering
Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1.
Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri.
Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.
Kiosk og kafé
Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00.
Blómur
Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.
Internet
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking.