Seingjadeildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Deildin veitir kanningar, viðgerð og røkt til sjúklingar við nógvum ymiskum sjúkum. Hetta kunnu vera medisinskir og skurðsjúklingar í øllum aldursbólkum.
Deildin hevur 20 seingjarpláss umframt eina bráðfeingisstovu og eina isolatiónsstovu. Á deildini starvast umleið 30 sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar.
Skurðsjúklingar verða sum oftast innlagdir eftir avtalu. Ein urologur er í føstum starvi, umframt at læknar við ymiskum sergreinum sum maga/tarm, plastikkskurðviðgerð og ortopedskurðviðgerð, arbeiða á deildini ymisk tíðarskeið.
Medisinskir sjúklingar eru sum oftast bráðinnlagdir.
Í løtuni er ein hjartalækni í føstum starvi, soleiðis at hjartasjúklingar fáa viðgerð og kunnu kannast, áðrenn teir um neyðugt skulu sendast víðari.
Onnur medisinsk serøki verða viðgjørd í samstarvi við Landssjúkrahúsið.
Harumframt veita vit palliativa viðgerð og røkt til álvarsliga sjúk og doyggjandi. Vit hava sjúkrarøktarfrøðing við útbúgving innan onkologi og linnandi viðgerð.
Læknin á seingjardeildin er ein yngri lækni, sum hevur vakt eina viku í senn. Hann arbeiðir í samráð við yvirlæknan á sjúkrahúsinum.
Samband
Deild
Seingjadeildin á Suðuroyar SjúkrahúsiVitjanartíð
Leiðandi starvsfólk
Lisbet Jacobsenlisbet@ssh.fo
Hent kunning
Finn veg
Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.
Parkering
Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum.
Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.
Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.
Leiðbeiningin
Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.
Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.
Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.
Tel. 34 33 00
Teldupostur: ssh@ssh.fo
Sjúklingaskrivstovan
Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.
Tel. 34 33 00
Kantinan
Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.
Internet
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.
Seingjadeildin hevur profil á Instagram.
Tit eru vælkomin at fylgja við.
Blómur
Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.